UMMÆLI
Pallurin var settur, tá Kim Hansen, tónleikari spældi »ketjup í eitt jørn«, útsett frá tí klassika horninum, sum setti okkum aftur í gregorianska tíðarskeiðið í søguni.
Pallprýðið er sonn Broadway mynd við høgum, hvítum trapputorni, prýtt við ljósperum í al-skyns litum øðrumegin og tónleikarunum hinumegin.
Sjúrður Skaale og Jákup Weyhe koma til sjóndar ovast í torninum í hvítum klædningum og skóm og stórum, prýðiligum, pinklittum tvørsloyfum, tá tónleikurin flytir seg til okkara tíð.
»Hevur nakar sæð Jógvan við Keldu«, rópa teir út í salin og endurtaka hetta nakrar ferðir. Fólk ressast, men einki hendir. »Nei, Jógvan við Keldu er ikki til staðar, so kom bara James«.
Fram á pallin trýnur James Olsen, tónleikari, ið sum kunnugt ikki hevur »rætta« húðalitin. Hann dreivar spakligur yvir pallin, meðan salurin kókar í látri. Setist við sítt ljóðføri, og so er skemtið byrjað.
Spælið á pallinum gongur skjótt, og tónleikurin fylgir væl við. Av og á verður skemtið á pallinum avbrotið av videosýning á stórskermi, sum eisini er sera skemtiligt Áskoðarar-nir fáa nærum ikki stundir at reflektera yvir tað, sum fer fram.
Síðani koma teir allir á rað, politikararnir og prestarnir, sum fáa sitt og hini - fólkini á gøtuni - sum eisini geva seg til kennar við sínum áskoðanum, júst sum »Pipar&Salt« vanliga er og áskoðarnir ivaleyst halda, skal vera.
Wisky-visónin
Framtíðarvisiónin 2015 var eisini á skránni. Hon var viðvend á tann hátt, at løgmaður fær eina visión; Tá 10 ára gamalt wisky kundi vera so gott fyri heilsuna, hvat kundi tað so ikki gera fyri eitt heilt land - og wisky-visiónin varð uppfunnin.
Síðani gekk tað við rúkandi ferð um prestarnir, ið stóðu á prædikastólinum sum urtapottar. Hermt var eftir fleiri teirra, sum vit kendu aftur, og bispur fekk eisisni sítt. Prædikurnar endaði við »bingo - amen«. Hetta var eitt av teimum nýggju innsløgunum í »Pipar&Salt«, eins og tvær flakakvinnur í Suðuroy góvu til kennar, hvat tær hildu um dagsins mál og vanligt bygdaprát, eitt nú hvussu væl Torgerð Suðuroy dugdi at forsúlla bæði seyðarhøvd og annað føroyskt tilfar.
Borgarstjórin í Havn fekk eisini sítt við sanginum: »Hann er fegin, hann Heðin«, sum nú heldur seg vera kong.
Børge og Kalli ikki merktir av tíðinnar tonn
Børge og Kalle komu eisini við ølposa og settu dagsskránna.
Tað er altíð stuttligt at hitta kendar persónar, eisini henaferð, men tað var einki nýtt í tí. Teir báður fótbóltsfjepparnnir hava nú eini 20 ár á baki, men enn eru teir eins ungir, og tá teir komu fram á fyrsta sinni.
Hvussu mundi verið, um teir vóru eldir 20 ár? Ivaleyst høvdu teir somu áhugamál og somu niðurstøðu til dagsins mál, men kanska hevði tað verið stuttligari um aldurin var farin at tyngja teir.
Hæddarpunktið í framførsluni var »Kári Kul«, sum ein sera væl upplagdur Sjúrður Skaale framførdi við eins nógvari megi og skemti og áður. Tá rungaði eftir í salinum. Hann toldi væl at verða tikin fram aftur.
Fyri nógvum árum síðani gjørdi Sjúrður Skaale enda á Esmar Eysturoy í eini sjónvarpssending, men onkusvegna er hann komin til lívs aftur. Kanska tí skemtarnir ikki kundu vera hann fyri uttan. Ella bert tí at teimum tørvaði at hava henda persónin við í skemtinum. Tað tykist eitt sindur bakvent, tí Jákup Weyhe og Sjúrður Skaale eru teir fremstu skemtarnir vit eiga og hava evnir og hugflog at fornýggja seg.
Bílagt arbeiði
Tað er Listastevnan, sum hevur umbiðið sær »Pipar& Salt framførsluna í Norðurlandahúsinum. Tað merkir, at hetta er bílagt arbeiði, sum skemtarnir hava havt skyldu at gera til ásetta tíð.
Framførslan var møguliga merkt av hesum, men eisisni ivaleyst av, at fólk seta so stórar vónir til teirra skemtingarkynstur, at tað kanska hevur nervað teir í kreativa arbeiðinum.
Vónandi er tað ikki síðstu ferð vit síggja Jákup Weyhe og Sjúrð Skaale á palli, tí teir hava áskoðaratekki og tað sum skal til, fyri at vit kunnu gloypa teirra opinskáraða og mergjandi skemti, sum eingin kann gera teimum eftir.
Tað besta hevði verið, um teir fingu stundir og møguleikar at sleppa sínum gamla konsepti og leggja á annan bógv. Nostalgi er altíð hugnaligt, men longsulin eftir tí farna eigur ikki at hava høvuðsleiklutin í skemtiframførslum, ið á okkara leiðum er sum lundi á jólanátt.s