Týdningarmesta atfinning Árna er, at grundarlagið undir uppskotinum er skeivt. Hann sigur at: "Í viðmerkingum sínum rør løgtingsmaðurin fram undir, at bókstavir sum x, z, c og w eru bannaðir í føroyskum tekstum." ? Men eg havi aldrin hvørki sagt ella róð fram undir, at hesir stavir eru bannaðir. Havi tvørturímóti víst á, at teir verða sera nógv brúktir í Føroyum. Og at teir júst tí skulu vera í alfabetinum.
Tað er hinvegin ein sannroynd, at roynt hevur verið at lúka hesar stavir burtur úr fólkanøvnum. Og eftir mínum tykki eiga bæði William, Alexandur og Carl Jóhan heimarætt í okkara skriftmáli...
Málnevndin
Onnur atfinning Árna er, at løgtingið við hesi lóg fer at "máa støðið undan eini skipan, tað sjálvt hevur samtykt". Hann sipar til Málnevndina og vísir á, at hon er "sett m.a. at taka sær av spurningum sum hesum".
Tað er rætt. Men Málnevndin tekur undir við, at umrøddu bókstavir skulu við í føroyska alfabetið.
Í 1994 kom út skúlaorðabókin Orðaskyn. Har stóð eitt alfabet við øllum stavunum í. Og tað varð góðkent av Málnevndini.
Um vikuskiftið hava eisini bæði fyrrverandi og núverandi formenn í Málnevndini sagt, at teir útihýstu bókstavirnir eiga at fáa innivist í alfabetinum.
Men hóast hetta læra flestu børnini ta amputeraðu útgávuna av alfabetinum, sum m.a. er at síggja í mállæruni hjá Paulivari Andreasen og Árna sjálvum. Og hetta alfabet er, sum eg skilji, eisini góðkent av Málnevndini.
Vit hava altso tvey "autoriserað" alfabet. Men samstundis er eitt heilt triðja alfabet tað, sum mest verður nýtt. Og tað er tað klassiska ABC'ið!
Tað hevur nevniliga ikki eydnast at fáa føroyingar at siga AÁBDÐ í staðin fyri ABCDE. Og eg vænti ikki tað fer ikki at eydnast, tí klassiska stavraðið er líka internationalt og fyri mong okkara líka náttúrligt sum talraðið. Vit siga 1,2,3 og vit siga A,B,C. Og vit fara aldrin at siga nakað annað.
Eg haldi sum heild ikki, at vit eiga at lóggeva um málfrøðiligar spurningar. Men her er so stór fløkja íkomin, at hon eftir mínum tykki má greiðast við lóg.
Glíðibreytin
Síðani spyr Árni hvat tað næsta verður: "Skal løgtingið lóggeva, um børn skulu rættast, skriva tey fimleikur fyri gymnastik ella sjónvarp fyri fjernsyn?"
Eg giti at hann skilir, hví eg ikki tími at svara hesum. Eg kundi við størri rætti spurt Árna hvør næsti bókstavur er, sum hann vil hava útihýstan. Er tað S, sum nú skal rekast av landinum? Ella K?
Málstevnunevdin
Árni undrast eisini á, hví álitið frá Málstevnunevndini ikki er komið fyri tingið enn.
Hann hevur rætt í, at tað líkist ongum. Vit ætlaðu at leggja tað fram nú, men landsstýriskvinnan boðaði beint eftir ólavsøku frá, at hon kemur við tí heilt skjótt.
Tjóðarmál
Árni heldur eisini at løgtingið, heldur enn at fingist við alfabetið, átti at syrgt fyri, at føroyskt verður viðurkent sum tjóðarmál.
Sum Árni helst veit, verður í heyst síðsta hond løgd á nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Og tað er eingin loyna, at full semja hevur verið og er um eina áseting um málið, sum øll munnu fegnast um.
At enda
Eg vil føroyska málinum væl. Tað vil Árni sanniliga eisini.
Eg haldi tað skaða málið, at vit læra børnini eina skerda útgávu av latínska alfabetinum. Eina útgávu, sum ikki endurspeglar veruleikan. Eg skilji ikki hví hetta skal vera so. Og eg havi ongantíð hoyrt eina ta einastu skilagóða grundgeving fyri tí. Hinvegin eru nógvar góðar grundir til, at vit skulu nýta alfabetið í fullum líki. Tað mest avgerandi er sjálvandi ikki hvar serføroysku stavirnar standa, men at allir stavirnir eru við.
Men eg eri bara leikmaður. Árni hoyrir til málsins fremstu røktingarmenn. Og hann verjir tað skerda alfabetið, sum stóð tað um lív.
Tað kundi tí verið sera áhugavert um hann - sum tann fyrsti nakrantíð - alment kundi greitt frá, hví tað er so umráðandi, at fimm bókstavir skulu mangla í tí alfabeti, sum okkara børn læra í skúlanum.