Frá í dag og fram til mikudagin siglir Alfa Pilot í Kalsoynna. Av hesi orsøk verður ongin flutningur av bilum millum Kalsoynna og meginlandið hetta tíðarskeiðið.
Orsøkirnar til hesar broytingarnar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni er, at Teistin skal í dokk mánadagin. Tí verður Ternan, sum í løtuni siglir fyri Sam, flutt av Kalsoyarleiðini til Sandoyarleiðina.
Sam skuldi eftir ætlan verið liðugur á beding sunnukvøldið, men av tí at arbeiði er komið afturat, verður hann ikki settur í sigling fyrr enn hósdagin Kristi Himmalsferðardag.
Strandferðslan hevur annars gjørt avtalu við Dragaberg um flutning av farmi til Kalsoynna.