Skerja tyrluflúgving til útoyggj

Ósemja um sáttmálan millum At­lants­flog og landsstýrið førir við sær, at út­oyggj­a­flúgv­ingin verður skerd restina av árinum

31. desember 2010 gekk fimm-ára sáttmálin við At­lan­tic Air­ways um út­oyggj­a­­flúgv­ing út. Sam­stund­is gekk tíggju-ára sáttmálin mill­um Fisk­i­mál­a­ráðið og Atlantsflog um tyrl­u­til­búgv­i­ng út.
Sáttmálarnir hava báð­ir ver­ið mest sum ó­broytt­ir í ára­mál­i­num, sjálvt um við­ur­skift­ini og fortreytirnar hava verið nógv broyttar hesi ár. Eitt nú átti Føroya lands­stýri aðra tyrluna, tá sátt­málin tók við, meðan At­lantsflog eigur nú tvær tyrl­ur, ið betur hóska til flúgv­ingina her hjá okkum. Kort­ini lýkur hvørgin teirra tey herdu krøv, ið mugu verða sett, og ein upp­stiging av tyrlunum er ikki kostnaðarleys og tekur tíð.
– Tað eydnaðist ikki at koma á mál at fáa ein nýggj­an sáttmála upp á pláss, sum fevnir um báð­ar flúgvingarnar, í fíggj­ar­lóg­ini fyri 2011, og tí hevur ver­ið roynt at hildið somu tyrl­u­tæn­astu uppi fyrsta árs­fjórð­ing og í hesum sama tíð­ar­skeið­ið at finna eina á­vegis framtíðar loysn og fígg­ing fyri henni, sigur Johan Dahl.
 Men tað hevur ikki eydnast, og lands­stýr­is­mað­ur­in stað­fest­ir nú, at rokn­a­st má við skerdari út­oyggj­a­flúgv­ing rest­ina av ár­i­num og meðan roynt verð­ur at finna fram til trygga framtíðar loysn.
 - Strandferðslan fer nú at taka upp samráðingar við Útoyggjafelagið og onn­ur, sum hava áhuga í útoyggjaflúgvingini, so tvør­leikar og ampar av ein­ari skerjing í verandi ferð­a­ætlan og tænastu frá 1. mai at rokna verða minst møgu­ligir, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinn­u­mál­um.