Vágatunnilin
-Hetta er ein stórur dagur fyri allar føroyingar og serliga fyri vágafólk, tí nú hava vit samband við miðføroyar. Hetta kemur at broyta samfelagsmynsturið nakað so nógv, sum vit ikki kunnu hugsa okkum sigur Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður og formaður í tingbólki Sambandsfloksins.
Hann vísir á, at føroyingar í dag hava Vágarnar sum úthurðina út í heim. ?Skulu vit ferðast og ferðast skjótt so er tað loftvegis. Nú koma nógvir føroyingar at hava minni enn ein tíma til flogvøllin og tveir tímar út í heim. So meðan flestu føroyingar hava fingið eitt samband vestur í Vágar, so hava teir samtíðis fingið eitt nógv stytri samband út í heim.
Edmund Joensen heldur annars, at hetta kennist gott og stórt og vísir á, at tað er so stutt síðani, at tøknin megnaði at gera undirsjóvartunlar. Fyri 20 árum síðani var tað fáur, sum hugsaði, at hetta bar til. Nú er tað gingið so rúkandi skjótt, og hevði kreppan ikki tikið seg upp fyrst í 90-unum, so hevði hesin tunnilin verið veruleiki fyri fleiri árum síðani. Men kanska er tað ein fyrimunur, at tað varð steðgað eitt sindur á, tí vit hava harvið fingið eitt meira fullfíggjað projekt, sum kanska eisini er bæði bíligari og tryggari og betri.
Edmund Joensen heldur tí, at hetta er ein sera skilagóð íløga. Tað heldur hann eisini um ætlanina at gera tunnil til Norðoyggjar og í grundini er tað heldur einki, sum forðar fyri at gera tunlar til tær oyggjar, sum hava eitt fólkagrundarlag til tað. Her hugsar hann um sambandið til Suðuroyum umvegis Sandoynna. Hetta er meira ein spurningur um pengar enn um tøkni.
-Høvdu vit ikki skert ríkisstuðulin, so hevði verið rættiliga stutt tíð til vit høvdu bæði tunnil til Norðoyggjar og til Sandoynna og kanska eisini til Suðuroyar. Tunnilin til Norðoyggjar kostar umleið 400 mill. kr., og tað er júst tað, sum henda samgongan hevur skert blokkin við. So skerjingin av blokkinum fer givið at seinka tunnilstilgongdini metir Edmund Joensen.