Norsku sjúkrahúsini noyðast at spara nógvar pengar í ár og næsta ár fyri at halda játtaninar á fíggjarlógini. Sjúkrahúsini hava havt stórt hall, men politikararnir hava kravt, at hallið skal burtur innan árslok næsta ár.
Sambært einari kanning hjá tíðindastovuni NTB skulu sjúkrahúsini spara fýra milliardir norskar krónur hesi bæði árini. Tað fer at hava við sær, at fleiri hundrað starvsfólk verða uppsøgd, samstundis sum fólk noyðast at bíða nógv longri enn nú eftir at fáa viðgerð, sigur NTB. Harafturat verða íløgurnar í nýggja útgerð skerdar munandi.
Fyri tveimum árum síðani samtykti Stórtingið eina umfatandi umskipan innan heilsuverkið. Endamálið var at fáa meiri burtur úr heilsuverkinum og at fáa norðmenn at liva sunnari, men umskipanin hevur ikki virkað eftir ætlan.