Nýggju reglurnar, sum komu í gildi tann 17. november, avmarka møguleikarnar hjá privatfólki at útvega sær ammoniumnitrat. Aftan á broytingina eru tað bara tríggir bólkar, sum hava loyvi at keypa sær hetta evnið. Tað eru fólk, sum hava loyvi at handfara spreingievni, bøndur og fólk, sum hava landbúnað sum hjávinnu, og fólk ella felagsskapir, sum reka garðyrki ella hava vakstrarhús.
Hetta eru tær somu reglurnar, sum ES hevur havt síðani 2009.
Norsku myndugleikarnir ásanna, at tær nýggju reglurnar høvdu ikki forðað Anders Behring Breivik at gjørt bumbuna, sum hann sprongdi í Oslo tann 22. juli, tí hann dyrkaði jørð og hevði tískil rætt til at keypa handilstøð. Men myndugleikarnir halda kortini, at tær nýggju reglurnar fara at varpa ljós á trupulleikan.
Tað var sum fyrireiking til yvirgangin, at Anders Behring Breivik búsetti seg á einum garði í Rena, har hann skrásetti felagið "Breivik Geofarm", og sum skrásettur jarðarbrúkari kundi hann frítt keypa handilstøð, sum hann brúkti til bumbuna í Oslo.