Hilmar Jan Hansen
??????
Tað var ikki sørt stuttligt at síggja hesi 480 fólkini, sum fríggjakvøldið høvdu leitað sær á Hotel Föroyar at smakka skerpikjøt - enntá úr sjey ymsum høgum spjaddir um alt landið.
Fyrsta punktið á skránni hetta frálíka væleydnaða kvøldið var, at fólk fingu ein borðisk settan fyri seg, har sjey bitar av skerpikjøti lógu á. Og so var bara at lukta, prika, smakka, býta, tyggja og annars royna at taka dagar ímillum, hvat nú mundi vera tað besta.
- Eg ætli mær at stemma upp á kjøtið hjá Júst, segði síðumaðurin, ið ikki duldi fyri, at hann heldur enn fegin vildi hava bóndan úr Havn at eiga heimsins besta skerpikjøt.
Tað gekk tó bara ein lítil løta, so var ruðuleikin fullkomin, tí hann kundi ikki siga við vissu, hvør bitin var tann besti. Og so hvørt sum hann royndi ein fyri og annan eftir av teimum sjey bitunum, gjørdist hann meira ørkymlaður.
- Hetta má vera tað hjá Júst, ha? Nei, hetta! Ella kanska tað kundi verið hetta, segði síðumaðurin, ið skjótt mátti ásanna, at tað ikki var so lætt at finna útav, hvat var hvat á borðiskinum.
Hinumegin borðið tóktist uppgávan meira ella minni vónleys, hóast metodan hjá útlagna sumbinginum var at útiloka tað, sum ikki var so gott.
- Nummar eitt og tvey smakka av ongum, men nummar sjey er gott. Eisini nummar fimm er gott, segði hann, samstundis sum hann onkra løtuna eisini hevði fingið gott eyga á onkran av hinum bitunum, ið bóðu seg eta.
Umframt hesar báðar sótu 478 onnur upp á sama máta og royndu at meta um tað nógva og góða skerpikjøtið úr øllum landinum, sum var sett fyri tey. Og sum skiltist, vóru tað fá, ið veruliga kláraðu at finna útav, hvør átti hvat.
Sjálvt tá tú spurdi onkran bónda aftaná, vistu heldur ikki teir, hvat nummar teirra egna kjøt hevði havt, tí uppgávan veruliga var torfør.
Skerpistjørna
Fríggjakvøldið var samstundis stóra finalukvøldið í »Stjerne for en aften«, so stórskíggi syrgdi fyri, at øll eisini fingu fylgt við, tá endaliga úrslitið har skuldi almannakunngerast.
Ikki er ov nógv sagt, at fjøldin tóktist eitt sindur skelkað, tá tað gjørdist greitt, at okkara Guðrun Sólja ikki kom upp í part millum trý tey bestu, hóast fólk niðri í móttøkuni høvdu hoyrt hana sungið sum ein dreymur.
Vónsvikið slapp kortini ikki at yvirskugga alt skerpikjøtið, ið framvegis var miðdepilin hetta kvøldið, og fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen helt eisini, at tað var ikki minst spennandi, hvør bóndi skuldi gerast »Stjerne for en aften« á Hotel Föroyum.
Hann greiddi væl frá kjøti og skerpikjøti, nú sjey bóndur úr øllum heraðshornum í landinum høvdu latið lomb í 30-35 punds vekt til hesa forkunnugu kapping, ið er tann fyrsta av sínum slagi - men neyvan tann seinasta.
- Enn er tað so, at tað frægasta, sum tú kanst seta á borðið, er eitt gott turt kjógv. Tað er eitt sindur undarligt at hugsa sær, at orsøkin til at vit hava skerpikjøt, er tann, at forfedrar okkara høvdu ikki nóg mikið av salti og kendu ikki kunstin at roykja matin, sum er vanligt aðrastaðni, greiddi Jóan Pauli frá.
Eisini nevndi hann møguleikan at útflutt føroyskt skerpikjøt sum delikatessu, eitt nú skorið í passaliga tunnar bitar og selt í smáum.
- Tað er bert at fáa ein marknað og duga at selja kjøtið sum nakað avbera fínt, sum saman við onkrum hóskandi ávøkstri kundi ligið tunt, næstan esoteriskt, á borðiskinum eins og tann føroyski pollamjørkin, ið einum ráka av stormi og regni.
Til undirhalds
Umframt Jóan Paula var ein annar røðar hetta kvøldið, og hann smæddist sanniliga ikki burtur ímillum. Tað var Júst Rubeksen, bóndi í Havn, sum sjálvur var við í kappingini.
Hann var sera skemtingarsamur og sýndi í løtum slíkan røðuklassa, at hann stundum fleyg enntá langt upp um tann annars óalmenna føroyameistaran í røðum, eysturoyartingmannin Tórbjørn Jacobsen.
- Eg havi í 35 ár ferðast nógv kring alt landið. Tá eg var boðin við til hesa kappingina og fekk at vita, at tað var kjøt, tað snúði seg um, var eg ongantíð í iva, at so var Rubeksen nummar eitt. Fyri skomm skyld havi eg lært at nikka og vera høviskur, men heimafturkomin noyðist eg altíð at smakka upp á kjøtið hjá mær sjálvum, segði ósmædni bóndin úr høvuðsstaðnum, ið á framúr undirhaldandi hátt hevði hug at gera gjøldur burtur úr bæði sær sjálvum og - ikki minst - onkrum av kappingarneytunum.
- Nú ein dagin, eg var í Mykinesi, fekk eg kjøt frá bóndanum. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at »Guð forbarmi seg«. Tað nærmasta tí, eg átti heima, var ein gomul og yvirkoyrd ær.
Eisini annað var til undirhalds, og mong hvukku við, tá Magnus Magnussen og Robert McBirnie komu stunandi inn eftir gólvinum sum ídnir fjallmenn, rokaklæddir og við fjallstavi í hond.
Á pallinum spældu teir leiklutin sum fámjiningur og sumbingur, ið prátaðu á rættini. Mitt í tí heila kom Rasmus Magnussen á pallin sum tann streymlinjaði havnarmaðurin, ið hevði arvað haga í Suðuroynni, men alt annað enn hevði skil fyri tí.
- Hava tit sæð ærina hjá mær? Hon er »off-white« á liti, spurdi hann hinar, og so stóð øllum greitt, at her skuldi leikur snúgva seg um tey vælvitandi bygdafrellini og óvitandi havnarmannin, ið gjøgnum arv var komin til skorin klæði, men uttan teldu neyvan var førur fyri at røkta sín seyð.
Góðir eginleikar
Jú, sanniliga var hetta nakað serligt og nakað øðrvísi, ið Hotel Föroyar hevði tikið stig til. Og fólk fingu seg av álvara roynd, tá tey skuldu skriva á atkvøðuseðilin, hvat nummar var best og hvaðani tey hildu tað koma.
Tá avtornaði, hildu tey flestu, at kjøtið úr Saksun og Mykinesi fór at røkka longst. Tað vil siga, at tað kjøtið, tey høvdu smakka seg fram til sum tað besta, var úr annaðhvørt Saksun ella Mykinesi, soleiðis sum krossur skuldi setast fyri.
Men hesi 200, ið høvdu skotið upp á tað eksotiska av bygd ella útoyggj, raktu ikki plett. Tvørturímóti vísti tað seg, at kjøtið frá Dalsgarði í Skálavík var tað, ið fjøldini líkaði best, tá samanum kom. Tilsamans 126 atkvøddu fyri skálvíkskjøtinum, 84 fyri kjøtinum úr Havn og 80 fyri tí av Eiði.
Allan dagin hevði eitt panel við fjølbroyttari manning og serfrøðingum á hvør sínum øki sitið og smakkað skerpikjøt, og eftir altjóða reglum vórðu so orð sett á, hvørja dygd hetta ella hatta kjøtið hevði.
Og áðrenn vinnarin varð avdúkaður, greiddi fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen frá, hvørjar eginleikar heimsins besta skerpikjøt í 2005 hevur.
- Hetta er tað bleytasta kjøtið og samstundis tað minst reyða. Hetta er tað mest javnt turkaða, tað hevur lítlan ræstan lukt og tað hevur - sum kanska tað allarmest positiva - ongan rotnan lukt. Hetta kjøtið liggur í miðal av ræstum smakki, greiddi Jóan Pauli frá, soleiðis sum serfrøðingapanelið hevði mett fyrr um dagin.
Ovurfegin
Ikki fyrr enn skoðsmálið var borið víðari, avdúkaði fólkalívsfrøðingurin so, at tað altso var kjøtið frá Dalsgarði í Skálavík, sum hevði vunnið. Og harvið var kvøldið av álvara bjargað hjá bóndanum Páll Dalsgarð og bóndakonuni Lauru Joensen, ið als ikki hevði fyri neyðini at nýta síni frálíku sjónleikarevni, tá hon skuldi vísa, hvussu fegin hon var.
- Hetta hevði eg slett ikki væntað og hetta er ein stórur heiður. Ikki er sørt, at tað eisini forpliktar, helt Páll Dalsgarð fyri, tá borðhaldið var liðugt og hann stóð við flotta hvølpalásinum í hondini, sum Martin Tórgarð hevði gjørt sum part av høvuðsvinninginum.
Skálvíksbóndin dugir ikki ordiliga at siga, hvør loynidómurin er aftan fyri besta skerpikjøtið í landinum, men hann heldur tað kanska hava nakað við hagan at gera. Dalshagi hevur 500 áseyðir, men lendi til 532, um tað skuldi verið.
- Seyðurin hjá mær gongur í nokk so góðum lendi, og kanska ger tað eisini sítt, at alt verður flett í haganum, har hjallurin eisini er. Har er lítið av flugu, so tað átti at verið betri, enn um hjallurin stóð millum onnur hús.
Eisini bóndakonan Laura Joensen fegnaðist um stóra heiðurin, sum hon serliga helt vera stuttligan, tá havt verður í huga, at góða kjøtið er úrslit av einum stórum arbeiði, sum verður gjørt gjøgnum alt árið.
- Nú er tað sjálvandi øgiliga individuelt, hvat kjøt er gott. Men at fjórðingurin av 480 fólkum hevur valt okkara kjøt burtur úr rúgvuni, er sera stuttligt, segði hon við brosi um andlitið og stórum blómutyssi í fanginum.
- Sjálvandi kundi tað hent, at 480 onnur fólk høvdu valt øðrvísi, og heldur ikki kunnu vit vita við vissu, at okkara kjøt verður líka gott næsta ár. Veður og vindur má sær ráða, men vit eru øgiliga glað fyri heiðurin.
Bestu ummæli
Millum teirra, ið høvdu sitið í panelinum, sum allan dagin høvdu smakkað sær á skerpikjøt og mett um smakk, lukt, fastleika og alt møguligt annað, vóru Jákup Ziskason úr Klaksvík og hósvíkingurin Helgi í Brekkunum, búsitandi í Havn.
- Hetta hevur verið sera stuttligt, og smakkisansurin hevur av álvara fingið seg royndan. Tað er jú lætt at villast, tí viðhvørt tykist alt bara at smakka líka, segði Jákup Ziskason, sum hevur drúgvar royndir sum kokkur og ikki so sjáldan hevur borðreitt við góðum mati fyri bæði hundrað- og túsundtals gestum.
- Alt kjøtið var sera gott og væl hagreitt, og eg haldi at kappingin eisini endaði væl, tí hetta høvdu skálvíksfólkini uppiborið. Sjálvur atkvøddi eg ikki fyri teirra kjøti, nú vit skuldu seta krossin undir borðhaldinum, men her var jú yvirhøvur sera torført at finna útav, hvat var best. Alt var jú av besta kjøti.
Nakað tað sama helt eisini Helgi í Brekkunum, sum serliga hefti seg við, at atkvøðugreiðslan hevði manað onkra mýtu í jørðina, og tá sipaði hann til ta kanska vanligu fatan, at mest eksotiska kjøtið kemur av útoyggj.
- Tvørturímóti vísti hetta bara, at tú so sanniliga eisini kanst fáa vælsmakkandi kjøt av einum gerði í Havnini, segði Helgi, ið hevði hug at venda kjøtprátinum burtur frá bara at tosa um, hvussu hagagott tað var og hvussu nógv fiti er í.
- Tá tað kemur til stykkis, er tað kanska ikki minst áhugavert, hvønn týdning hjallurin hevur fyri gott føroyskt skerpikjøt. Spurningurin er, um vit ikki áttu at konstruerað ein hjall, so vit fingu eina einsartaða vøru, tá tað snýr seg um ræsingarprosentið. So kundu vit útflutt okkara deiliga kjøt.
Bæði Helgi í Brekkunum og Jákup Ziskason vóru á einum máli um, at hetta tiltakið var framúr gott, tí hetta var fyrstu ferð, at føroyska kjøtið var smakkað til eftir altjóða leisti.
Vælnøgdur stjóri
Tá alt var yvirstaðið og fólk farin frá borðunum, kundi stjórin á Hotel Föroyum vælnøgdur staðfesta, at alt hevði gingið sera væl. Men Johannes Jensen ivaðist tó í, um henda føroyameistarakappingin í skerpikjøti kundi verið endurtikin á sama hátt.
- Áðrenn vit fóru undir hetta, vóru vit greið yvir, at vit ikki kundu gera alt perfekt, og sjálvur haldi eg, at rættast hevði verið at latið dómarapanelið dømt saman við fólkinum, so atkvøðurnar vóru vektaðar og serfrøðingarnir kanska fingu eitt sindur meira at siga, heldur Johannes.
- Tað sigur jú seg sjálvt, at 480 gestir í royki og parfumulukti kunnu ikki vera førir fyri at gera eina fullgóða meting av hvørjum kjøtbita. Ikki minst er tað tíðin ímillum teir ymsu bitarnar, ið verður alt ov stutt, tá tiltakið verður gjørt upp á henda mátan. So tað skuldi verið øðrvísi eina aðru ferð, tí reint akademiskt er tað ikki korrekt.
Sjálvur var Johannes Jen-sen tann einasti av øllum, ið visti av, hvussu skerpikjøtið var lagt á borðiskarnar, ið fólk fingu inn at døma eftir. Sjálvur tók hann ímóti hvørjum einasta kjógvi, sum kom inn til kappingina, og síðani gav hann nummar til hvønn bónda, uttan at nakar annar visti nakað.
- Hetta gjørdi so sjálvandi, at tað var púra ómøguligt hjá nøkrum at ávirka úrslitið, tí tað var bara eg, sum visti raðfylgjuna frá nummar eitt til sjey, ið starvsfólkini í køkinum høvdu fingið at leggja kjøtið eftir. Hóast vit vistu, at ein sovorðin kapping ongantíð kann gerast á ein 100 prosent rættvísan hátt, so kundu vit í øllum førum syrgja fyri eitt sindur av rættvísi við at halda hetta fullkomuliga loyniligt, greiðir Johannes frá.
Ikki fyrr enn úrslitið av hesi forvitnisligu føroyameistarakappingini var endaliga greitt um hálvgumtólv tíðina fríggja-kvøldið, kom undan kavi, hvar kjøtið frá trimum teimum fremstu - Páll Dals-garð í Skálavík, Júst Rubeksen í Havn og Olaf í Garði Joensen á Eiði - lá á borðiskinum.
Og so var sjálvandi aftur tað stóra kjakið í gongd við borðini, tí nú fingu fólk sjón fyri søgn, at tað er nokk ikki so lætt at rokna út, hvaðani besti bitin er. Og tá bóndin ikki sjálvur smakkar sín egna bita, verður tað ikki lættari hjá okkum øðrum!