Fult umfar, t.v.s fimm dystir verða leiktir í bestu mansdeildini um vikuskiftið, og hóast tað enn er stutt útliðið, so er beinanvegin líkt til, at nakrir spennandi dystir eru á skránni
Lasarett í Klaksvík
Klaksvíkingar og Tomislav Sivic eru í døpurhuga undan ferðini í Gundadal, har HB bíðar. Undan klassikaranum yvir allar aðrar í føroyskum fótbólti er tað greitt, at ein lyklaspælari er langtíðarskaddur, og at tríggir eru rættuliga ivasamir. Hetta var ikki júst tað, sum teir í Klaksvík hildu seg hava uppiborið eftir kiksaran móti NSÍ.
Undir venjing hóskvøldið breyt Pazek kjálkabeinið í tveimum støðum og verður tískil ikki við nógvar tær fyrstu vikurnar. Hin miðverjin, Jan Andreasen, hevur ikki vant í vikuni, tí hann varð skaddur í fótliðnum móti NSÍ. Teir í Klaksvík gera alt fyri at Jan skal vera klárur at spæla í morgin, men í gjár vóru teir ikki alt ov bjartskygdir.
Arnold Joensen varð skorin fyri brokk mikudagin. Teir rokna við, at hann kann spæla í morgin, men hetta man vera eitt sindur ivasamt. Undir venjingini hóskvøldið noyddist John Ryan at gevast. Hann hevði fingið ein vøddaskaða í lærið. Hvussu álvarsligur skaðin var, vistu teir ikki á døgurða í gjár.
HB kann við sigri í morgin leggja seg seks stig framum KÍ, sum hevur verið mett sum besta boðið uppá FM. Lagið í HB hevur sjálvsagt verið gott hesa vikuna, men hóskvøldið vórðu teir kløkkaðir. Ingi Rasmussen hevur leingi havt fótliðsskaða. Hann gavst at venja hóskvøldið. Tað gjørdu Hallur Danielsen og Rúni Nolsøe eisini, tí teir hildu seg kenna vøddaskaðar. Í HB vóna teir, at skaddu menninir kunnu pjøssast saman til í morgin. Pætur Dahl hevur verið skaddur, men hann vandi aftur hóskvøldið.
HB og KÍ hava ofta havt spennandi uppgerðir í Gundadali. Ikki minst tann í fjør var minnisrík. Tað var tá, at Kurt Mørkøre skoraði sigursmálið í síðstu løtu.
Árstalsuppgerðin
B68 fær vitjan av B36. Havnarliðið plagdi at hava tað trupult á Toftum, men síðani 1997, tá teir vunnu FM, hevur tað hilnast væl hjá B36 á Svangaskarði.
Felags fyri bæði liðini er, at tey hava saknað tríggjar landsliðsspælarar i vikuni.
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir. Uttan Jan Petersen, sum brákaði eitt rivjabein móti FS Vágum.
Tað gongst illa hjá B36 at loysa málverjaspurningin. Jens Marttin Knudsen, sum vardi málið seinasta sunnudag, kom til Føroya við hinum landsliðsspælarunum hóskvøldið, men hann og hinir landsliðsspælararnir, sum spæla í Íslandi, skuldu fara yvir aftur í gjárkvøldið.
Í vikuni hevur B36 enn einaferð havt ein íslendskan málverja á vitjan, men tá vit frættu ígjár, var Baldur Bragason á veg av landinum aftur.
Úr B36 frætta vit annars, at Tróndur Vatnhamar nú er afturkomin av flatlondum, og at hann helst verjir málið á Toftum. Eykamálverjin, Rene Torgarð, er framvegis skaddur.
Um annar málverji er á veg til felagið, vil Kristian á Neystabø, formaður í B36, ikki gera viðmerkingar til í løtuni.
B68 og B36 vóru í sama bólki í steypakappingini, og vann B68 dystin á Toftum, meðan javnleikur varð úrslitið í Gundadali.
Bæði hava góðar vónir
Vesturi á Eiðinum í Vági, taka vágbingar móti gestum av Sandoynni. Í fjør endaði dysturin við javnleiki, men stendur tað til vágbingar, sum hava allar mans tøkar til dystin, so verða øll stigini verandi har suðuri hesuferð.
Sandoyingar hava tó á ongan hátt mist mótið. Burtursæð frá Bjrøn Thorsteinsson, sum dregist við knæskaðan, sum hann fekk í steypakappingini, eru allir mans tøkir, frættist av Sandi. Jógvan Jón Petersen noyddist út móti HB, men roknað verður við, at eisini hann er klárur at taka nýtt tørn.
Annars siga sandoyingar seg ikki vænta nakran lættan dyst har suðuri. Hinvegin eru teir eisini fullgreiðir um, at talan helst ikki verður um nakrar lættar dystir, so í so máta kann tað gera tað saman, hvaðani stigini koma, og stig ætla teir sær við aftur norður um fjørðin.
Fyrstu ferð í Sørvági
Fyri fyrstu ferð skal landskappingardystur í fyrstu deild leikast í Sørvági. Ikki tí, SÍ hevur áður verið við í fremstu røð, men tá æt deildin meistaradeildin, og í so máta verður talan um søguskriving sunnudagin.
Mótstøðuliðið er NSÍ, sum higartil hevur staðið seg sera væl á útivølli í ár, og sum í fyrsta umfarinum megnaði at basa føroyameistarunum úr Klaksvík.
Vágamenn hava tó eisini fingið góð úrslit í steypakappingini, og hóast teir ikki fingu nakað við sær av Svangaskarði mánadagin, so er tað við góðum treysti, at teir nú fara undir fyrsta heimadystin. Bakus, sum royndi seg í okkurt um ein tíma á Toftum, og Darius, sum ikki fekk verið við ta ferðina, eru nú báðir um at vera klárir, so liði tykist nakað styrkt hesu ferð. Hinvegin verður ikki roknað við, at Kim Poulsen ella Eyðfinn Davidsen verða klárir.
Hjá runavíkingum eru allir mans tøkir, og venjarin, Trygvi Mortenesen, hevur góðar vónir. Hann heldur at nú ræður um at smíða meðan jarnið er heitt, soleiðis at liðið kann tryggja sær eina góða byrjan upp á árið. Samstundis ávarar hann tó moti ov stórum bjartskygni, tí hann sigur seg hava stóra virðing fyri vágamonnunum.
Ikki stórsigur
Seinasti dysturin verður í Gøtu, har sumbingar koma á vitjan. Tey bæði seinastu árini er hesin dysturin endaður við risasigri til gøtumenn, men Johan Nielsen heldur ikki, at orsøk er til at taka nakra gleði upp á forskot. Gøtumenn tykjast enn ikki at hava somu styrki sum undanfarin ár, og harumframt mugu teir vera Helga L. Petersen fyri uttan, tí hann fekk reytt kort í dystinum móti B36 mánadagin.
Úr Sumba frættist, at har eru fleiri mans tøkir nú, enn tað vóru undanfarna vikuskifti. Páll Magnar Kjærbo er tó framvegis ikki komin heilt fyri seg, og harumframt er Birgir Jørgensen eisini ivasamur. Hinvegin eru Dánjal Johan Joensen og Jan Poulsen nú aftur tøkir, so tað er við vónum um eitt líkinda úrslit, at sumbingarnir leggja leiðina norðureftir.