Eftir landsliðssteðg byrjar Okkaradeildin aftur í kvøld, tá ið Team Klaksvík vitjar Neistan í Høllini á Hálsi.
Neistin hevði tveir leikarar við landsliðnum, ið spældi móti Montenegro og Danmark í síðstu viku, men bara Nicholas Satchwell verður at síggja á liðnum í kvøld.
Tróndur Kragesteen, ið vísti seg væl fram móti Danmark, kom ikki aftur til Føroya eftir dystin, men legði í staðin leiðina til Kili, har hann hevur ørindi í samband við P.hD ritgerðina hjá sær.
Spælskiparin verður aftur um einar tvær vikur, og Neistin má spæla uttan roynda spælskiparan í hesum tíðarskeiði, har ið Neistin skal reisa seg eftir at hava tapt tveir teir seinastu dystirnar.
Team Klaksvík hevur eisini stríðst við skaðar í ár, men In.fo hevur ikki fingið váttað hvørjir leikarir eru tøkir.
Neistin og Team Klaksvík spæla í Høllini á Hálsi klokkan 20.00 í kvøld.