Skert tolleftirlit á flogvøllinum

Tollararnir á flogvøllinum siga seg hava fingið boð um ikki at steðga ferðafólki, sum ikki sjálvboðin koma til tollavgreiðsluna. Økisstjórin sigur seg ikki kenna hesi boðini

 

Flogvøllurin: Ferðafólk, sum komin eru um flogvøllin í Vágum seinastu dagarnar, hava undrast á, at tað er nógv lættari at koma ígjøgnum tollin, enn tað hevur verið fyrr. Fólk verða ikki steðgað, sum tey annars vanliga hava verið.

Á Tolleftirlitinum í Vágum verður sagt, at tað kemst av, at tollararnir frá leiðsluni hava fingið at vita, at tað er eitt sindur ivasamt, um framgangshátturin, sum altíð hevur verið nýttur í samband við tollgreiðslu, hevur verið heilt rættur. Ivi varð sáddur um, hvørt tollararnir uttan víðari høvdu ræt til at biða fólk lata viðføri upp og kanna tað.

Tolararnir vísa til Tolllógina, sum heilt greitt sigur, hvussu farast skal fram, og har er eftir teirra meting eingin ivi um, at tað, teir altíð hava gjørt, er rætt.

Men boðini vóru, verður sagt av Tolleftirlitinum, at tey fyribils skuldu bíða við at gera størri rannsóknir, til nærri boð komu frá stjóranum og Toll og Skattstovuni og løgfrøðingunum hjá Fíggjarmálastýrinum.

Til tey boðini eru komin, siga tey á Tolleftirlitinum í Vágum, verða bara fólk, sum sjálvboðin koma til diskin, tollavgreidd.

Søgan ljóðar heilt margháttlig, tá havt verður í huga, at um allan heim verður viðførið hjá ferðafólki kannað av tollarum.

Sosialurin vendi sær til økisstjóran á Toll og Skattstovuni, Vága Øki og spurdi um grundgevingina fyri at geva slík boð.

Økisstjórin avvísti blankt at hava givið slík boð yvirhøvur. Hon hevði als ikki tosað við tollararnar um slíkt, segði hon.

Tollararnir hinvegin hildu fast við, at tey høvdu fingið tey boðini. Trý fólk samstundis. Og at stjórin á Toll og Skattstovuni eisini kendi til tey.

Hesum noktaði stjórin á Toll og Skattstovuni fyri, tá hann varð biðin um viðmerking til málið.

Hinvegin varð blaðmaðurin heilt stutt eftir at hava tosað við økisstjóran í Vágum, sum tá var stødd í Fíggjarmálastýrinum á Argjum, ringdur upp av øðrum persóni í Stýrinum á Toll og Skattstovuni við áheitan um ikki at skriva nakað um málið. Blaðmaðurin vildi tó ikki ganga hesi umbøn á møti.

Leiðslan á Toll og Skattstovuni heldur uppá, at tollararnir í Vágum hava eingi boð fingið um, at teir ikki skulu kanna viðførið hjá ferðafólki, sum ikki sjálvboðin leggja tað opið á diskin.

Tollararnir hinvegin siga, at eftir at Sosialurin hevði tosað við leiðsluna á Toll og Skattstovuni, varð tó sagt frá leiðsluni, at onkur misskiljing hevði helst verið. Tað, sum meint varð við, var at tey ikki skuldu kanna øll ferðafólkini, sum komu við flogførunum, tí tað kundi seinka bussunum, sum skuldu við ferjuni um Vestmannasund.

Slíka grundgeving duga tolleftirlitsfólkini ikki at skilja. Og als ikki eftir, at Sosialurin ehvur gjørt tey varug við, at leiðslan á Toll og Skattstovuni eingi boð sigur seg hava givið teimum yvirhøvur.

Ein av tollarunum sigur tað vera løgið, at leiðslan í tollvaldinum skal vera bangin fyri at seinka rutuni í samband við arbeiðið hjá Tolleftirlitinum. Sjálvur hevur hesin tollarin verið uttanlands og arbeitt, har hann hevur verið við til at kanna rættiliga nógv ferðafólk, uttan at nakar hevur óttast fyri, hvat bussførarnir uttan fyri lufthavnina fóru at siga til tað.

Tað tykist í løtuni heldur ógreitt, hvat hvør hevur givið hvørjum boð um. Tríggir tollarar siga seg hava fingið boð frá leiðsluni um ikki at kanna viðføri hjá ferðafólki, sum ikki sjálvboðin koma við tí.

Leislan sigur seg fyrst als ongi boð hava givið, og í øðrum lagi onnur boð enn tað, tollararnir hava skilt.

Eftir stendur so, at bara tey ferðafólk, sum munnliga upplýsa fyri tollarunum, hvat tey hava at gjalda toll av, verða avroknað. Hini, sum einki siga og bara ganga ígjøgnum, verða ikki steðgað.