Skeyt eftir kvinnum í Malmø

Løgreglan í svenska býnum Malmø leitar eftir einum manni, sum skeyt eftir tveimum kvinnum í gjárkvøldið. Kvinnurnar sótu í einari íbúð og hugdu í sjónvarp, tá tað brast. Kúlan rakti fyrst aðra kvinnuna í síðuna og síðani hina kvinnuna í hondina. Løgreglan sigur, at tann 26 ára gamla kvinnan, sum varð rakt í síðuna, sat við einum barni, tá skotið small.

Kanningar hjá løgregluni vísa, at gerningsmaðurin stóð eftir øllum at døma bara ein metur frá vindeyganum, tá hann skeyt. Gardinurnar vóru fyri, men tað var ljós inni, og maðurin má hava sæð kvinnurnar, skrivar TT.

Ein 18 ára gamal drongur hevur greitt blaðnum Expressen frá, at hann sá ein mann í svørtum klæðum. Stutt eftir hoyrdi hann eitt skot.

Tær báðar kvinnurnar eru innflytarar, men svenska løgreglan heldur kortini ikki, at tað hevur nakað samband við tilburðin.