Russiska Alina Yakimkina varð við í einari kapping í skíðskjótin í Tyumen í Sibiria í dag. Talan var um eina 15 kilometra kapping í einari heimligari kapping.
Móti endanum av kappingini small Alina um, og hóast læknar vóru til staðar, lukkaðist tað ikki at bjarga lívinum á henni.
Sagt verður, at Alina fekk hjartasteðg.