Nú tíðin er komin til at gera bilin vetrarkláran, bjóðar Auto Service fram eina sonevnda vetrarkanning, sum umfatar teir lutirnar á bilinum, ið helst skulu rigga ein kaldan vetrarmorgun.
Frostløgurin verður kannaður, ljósini, dekkini, bremsurnar, viskarabløðini, motoroljan, akkumulatorin og ventilatorreimin. Prísurin fyri hesa kanning er einans 199 krónur umframt tilfar.
Goymslan av dekkum hjá Auto Service umfatar dekk í øllum støddum og prísklassum. Talan er um kvalitetsdekk av merkjunum Goodyear, Dunlop og Fulda, umframt onnur dekk. Dekkskift og balansering er við í prísinum á nýggjum dekkum.
Dekkini eru einasta samband bilurin hevur við koyribreytina, og hava tey tí sera stóran týdning bæði hvat trygd og koyrieginleikum viðvíkur. Tí er dekksverkstaðurin hjá okkum útgjørdur við øllum teimum mest framkomnu amboðunum til dekkskift, balansering og sporing, sigur Anthonius Dalsgaard verkstaðsleiðari hjá Auto Service.
Vit vita, at fólk hava nógv brúk fyri bilinum. Um ikki ber til at koma í arbeiðstíð, ber til eftir avtalu at fáa dekkini skift eftir vanliga arbeiðstíð við at ringja beinleiðis til verkstaðið tel. 345450 ella senda teldupost til: [email protected], líkamikið hvat slag bilurin er, sigur Anthonius Dalsgaard. Meira upplýsingar eru á heimasíðuni: www.autoservice.fo