Skift ítrótt, Christian Poulsen!

Ekstrablaðið heldur, at avrikið hjá donsku spælarunum var vánaligt, men eingin spældi so illa sum liðformaðurin sjálvur, Christian Poulsen, heldur blaðið.

 

Liverpool-spælarin gjørdi nógv mistøk, og okkurt av teimum kostaði mál.

 

Ekstrablaðið gevur øllum teimum donsku spælarunum karakter eftir dystin, og skoðsmálið hjá Christain Poulsen er so vánaligt, at hann verður mæltur til at skifta ítróttargrein.