Eftir øllum at døma er feilurin við flogfarinum so mikið stórur, at Atlantsflog hevur gjørt av at seta eitt annað flogfar inn at flúgva amerikanska varaforsetan við til Føroya Atlantsflog hevur gjørt av at seta eitt annað flogfar á túrin til Føroya í kvøld, sum amerikanski varaforsetin Al Gore skuldi koma við.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sigur, at hann er sera keddur av hesum, men at flogskiparin hevur handlað eftir bókini, tá hann gjørdi av ikki at fara avstað við ætlaða flogfarinum.
Spurdur um, hvussu amerikanski varaforsetin reageraði upp á útsetingina, sigur Magni Arge, at hann tók tað ógvuliga ?cool?.
Í tíðindaskrivi, sum er sent føroysku miðlunum, verður sagt, at ein ávaringarskipan til ein motor aktiveraðist.
Magni Arge hevur tosað við Al Gore, sum hevur sett seg væl inn í føroysk viðurskifti, nú hann kemur til Føroyar.
Tað tekur eina góða løtu at gera eitt annað flogfar klárt, og tí lendir flogfarið neyvan fyrr enn klokkan 23, sigur stjórin á Atlantsflog, sum sjálvur er staddur í Kastrup.