Skifta tak á Bókasavninum

Gamli Kjølbro hvakk við mikumorgunin, tá ið menn frá Norðhús lupu upp á takið á Bókasavninum og eftir lítlari løtu høvdu skrætt ovaru síðu av takinum av.

Soleiði skrivar Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvík:

 

– Hetta var jú hansara fornemma »Damernes Magsin« – eitt av hansara mongu stórverkum, beint yvir av har hann byrjaði virksemi sítt í 1912.

 

Talan er um heilar 450 m2 av taki, sum verða skift út til tætt tróður, og so Alkorplan dúkur lagdur omanyvir. Longu í gjár vóru báðar síðirnar av tekjuni álagdar og tættar.

 

Eisini fær klæðningurin eitt strok við penslinum, so her verður prýðiligt og snøgt til Norðoyastevnu, har tað millum annað stendur á skrá:

 

Hósdagur 3. juni: 10:00 – 17:00 Klaksvíkar Bókasavn

 

Bókasavnið skipar fyri myndabókapostarenning fyri yngri børnum saman við vaksnum, í umhvørvinum kring Bókasavnið

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##ms##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##