Skifti SÍ út við Aalborg HIK

Flogbóltur - Jóhan Petur á Stongum, sum seinastu mongu árini hevur verið eitt av sjónligastu andlitunum á føroyska flogbóltspallinum, er fluttur til Aalborg, har hann spælir á besta mansliðnum og er venjari hjá besta kvinnuliðnum

Seinastu tíggju árini hevur Jóhan Petur á Stongum verður fastur partur av besta mansliðnum hjá SÍ, og seinastu fimm árini hevur hann vant kvinnuliðið hjá felagnum í Sørvági.
Í ár er øðrvísi. 25 ára gamli sør­vingurin hevur enn somu leiklutir, men nú eitur felagið Aalborg HIK, har Jóhan Petur er partur av mans­liðnum, umframt at hann er venjari hjá besta kvinnuliði felagsins.
Mansliðið spælir í bestu donsku flogbóltsdeildini, meðan kvinn­ur­nar eru at finna í næstbestu donsku deildini.

Landsliðsvenjarapar
Vanliga er tað Kristian Mikkelsen, sum hevur ábyrgdina av besta kvinnu­liðnum hjá Aalborg HIK, men tá hann fór heim í tveir mánaðir, loysti Jóhan Petur á Stongum hann av, soleiðis at Kristian Mikkelsen fekk ábyrgdina av kvinnuliðnum í Sørvági, meðan Jóhan Petur á Stongum fór til Danmarkar at venja kvinnuliðið í Aalborg.
– Kristian kemur so niður aftur nú, og tá fari eg so at vera hjálpar­venjari hansara á sama hátt, sum eg var tað til Oyggjaleikirnar, greiðir Jóhan Petur á Stongum frá.
Hann ætlaði upprunaliga ikki at vera longri niðri enn teir báðar mánaðirnar, hann skuldi avloysa Kristian Mikkelsen, men fann so brádliga upp á fara at lesa.
– Eg helt, at freistin at søkja var farin, men brádliga fann eg út av, at eg kundi náa tað, so eg søkti og slapp inn, greiðir Jóhan Petur á Stongum frá, sum nú lesur arkitektur og design í Aalborg.
Jóhan Petur á Stongum hevur annars lært til timburmann, men mátti gevast við hesum, tí ein skaði í økslini gav honum ov nógvar trupulleikar. Tí var upplagt at royna aðrar leiðir, heldur hann.
Lorta byrjan
Jóhan Petur so gjørdi og hevur nú búleikast í Aalborg í nærum tveir mánaðir. Fyri kortum byrjaði danska flogbóltskappingin og Jóhan Petur fekk debut í einum steypa­dysti.
– Tað var eingin ynskibyrjan, eg fekk. Eg byrjaði dystin á beink­inum. Hetta var ein steypakapp­ingar­dystur, men eg kom so inn, kiksaði servuna og varð tikin út aftur, greiðir Jóhan Petur flennandi frá.
Síðani hevur tað hepnast betri hjá honum. Í landskappingardystinum aftaná kom hann inn í øðrum setti og spældi dystin út, meðan hann nú um vikuskiftið byrjaði inni og spældi inn í triðja sett, tá hann varð avloystur.
Reglurnar í flogbóltinum er broyttar soleiðis, at libero’in kanst tú skifta út alla tíðina. Í Aalborg HIK er Jóhan Petur sjálvur triðji, sum kappast um júst hetta plássi og við broyttu reglunum eru altíð tveir leikarar til liberoplássið við í hópinum.
Tað merkir aftur, at kappingin er serstakliga hørð.

Tveir føroyingar á liðnum
Jóhan Petur á Stongum er ikki einasti føroyingurin, sum stríð­ist fyri einum plássi á besta mans­liðnum hjá Aalborg HIK. Gunnar Jørgensen, sum er úr Klaksvík og hevur spælt við Mjølnir, spældi í fjør við næstbesta liðnum hjá HIK Aalborg, men er í ár partur av besta liðnum.
Teir báðir hava higartil verið vitni til tvey landskappingartap hjá liði teirra. Fyrst tapti HIK Aalborg 0-3 móti Gentofte Volley, har tað kortini var talan um ógvuliga jøvn sett, meðan liðið í gjár tapti 3-2 móti Holte IF.