Skiftingar hava gagnað

Føroyska U21 landsliðið er á veg í Gundadal, har fyrsta bríkslið í dystinum ímóti Andorra verður klokkan 19.

Heðin Askham og Bill Jacobsen eru venjarar, og sambært Bill Jacobsen, so kann roknast við, at Føroyar fara at leypa á beinanvegin:

- Vit minnast dystin ímóti Russlandi, tá ið vit skoraðu sigursmálið beinanvegin, og vit høvdu einki havt ímóti tí, um tað í kvøld fer at taka seg upp á sama hátt, sigur Bill Jacobsen, sum staðfestir upplýsingarnar, ið eru í aðrari grein her á portalinum, har tað verður sagt, at Pól Jóhannus Justinussen verður álopsspælari í vinstru.

- Tá ið vit á sinni vunnu 1-0 ímóti Russlandi, høvdu vit framt fleiri broytingar, sammett við liðið, sum nakrar dagar frammanundan tapti stórt ímóti Rumenia. Nú hava vit aftur gjørt broytingar. Summar tí spælararnir ikki eru tøkir, tí teir eru við a-landsliðnum í Estlandi, og aðrar, tí vit hava hildið, at hetta er rætta liðið í dag.

Venjararnir og spælararnir hava gott mót, men teir virða mótstøðuliðið:

- Tá ið vit vóru í Andorra, var talan um tætta uppgerð. Tað endaði 1-1, vit høvdu fimm royndir á málið hjá teimum, og teir høvdu fimm royndir á málið hjá okkum. Vit hava fleiri stórar og sterkar spælarar á liðnum, og vit vóna, at vit eisini fara at fáa okkurt burturúr deyðbóltsstøðum, sigur Bill Jacobsen.