Skil skal fáast á spillivatnið fyri hálva millión

Seinnapartin skrivaðu borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, og Rúni Petersen, JHR, undir avtalu um at umvæla og umleggja havleiðingina í spillivatnskervinum í Æðuvík.

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at leiðingin fór illa í øgiliga uppganginum í februar í fjør. Hetta fór illa við spælhúsinum, nógvum av lunnunum, pørtum av dráttinum, syndraði niðasta partin av spillivatnsskipanini, sum nú verður umløgd og eisini fyltist fiskahúsið á myndini hálvgum við sjógvi í brimganginum ta ferðina.

 

Fyri á leið átta árum síðan fór Runavíkar kommuna av álvara undir at fáa skil á støðuni spillivatninum viðvíkjandi.

 

– Hon var alt annað enn góð. Ein ætlan varð løgd, og í stóran mun hevur Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, tikið sær av málinum síðan, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.

 

– 15 bygdir eru í Runavíkar kommunu. Komið verður ongantíð á mál spillivatninum viðvíkjandi, tørvur verður framhaldandi á umvælingum, sum nú í Æðuvík, men higartil hevur kommunan fingið tak á spillivatninum í Funningsfirði, Oyndarfirði, á Skála, í Søldarfirði, Rituvík og á Glyvrum, sigur kommunan.

 

Í Saltangará er komið væl ávegis, sambært kommununi, og eftir er at fáa leiðingarnar lagdar í Fjøruvegin, sum í hesum døgum verður neyvætlaður til útboð.

 

– Støðan er hin sama í Runavík. Í Æðuvík snýr tað seg um eina umvæling/umlegging eftir brimskaðar. Í Lamba er havleiðingin eftir at leggja, og nakað av boriarbeiði skal gerast í sambandi við hetta. Í Elduvík var komið á mál, men sum á øðrum brimplássum, eru avbjóðingarnar størri enn við firðirnar, tí er eisini tørvur á einari minni umlegging har í bygdini.

 

Gongd er í málinum í Funningi, og í Skálafirði er nakað eftir at gera, skrivar kommunan og vísir víðari á, at viðvíkjandi Skipanesi og Lambareiði er sett út í kortið, at farast skal undir at neyvætla spillivatnskervini í hesum bygdunum í næstum.

 

Sambært ætlanini er málið rokkið í 2026 – undantiknar tær umvælingar, sum altíð fara at vera partar av hesum máli. Runavíkar kommuna setir árliga løgujáttan av til endamálið, hagartil spillivatnsætlanin er komin endaliga á mál.

 

Avtalan, sum bleiv undirskrivað í dag, kostar kommununi eina góða hálva millión krónur.

 

(Sigrid J. Dalsgaard tók myndina)