Skil á Tvøroyrar kommunu!

Kristian Holm Stórhamar
Valevni á samgongulistanum


Mest umrødda mál í samband við kommunuvalið hesafer, er kommunusamanlegging. Sjálvur eri eg av tí sannføring, at einasta rætta er, at oyggin verður ein kommuna. Tí saman standa vit sterkari. Hópin av fyrimunum eru við samanlegging, so sum bíligari umsiting og sleppa undan dupult funktiónum. Tilboð og tænastan til borgararn gerst betur og meiri fjøltáttað. Ein felags kommuna er eisini betur før fyri at taka við teimum níggju málsøkunum, sum verða løgd á kommunurnar at umsita.
Vansin er, at í eini størri kommunu, verður longri millum borgaran og kommunustýrið, tað verður ikki lætt hjá smákommunum at fáa umboð í einan felagskommunu.
Helst verður bert ein kommunuskrivstova, vandi er eisini fyri at aktiviteturin og møguliga okkurt arbeiðspláss í smákommunum hvørvur. Avbjóðingin hjá einum felags kommunustýri verður at fyribyrgja hesum vansum, so borgarar í smærru kommununum kunnu føla seg tryggar við samanleggjing.

Stýra sær sjálvum fyrst.
Tvøroyrar kommuna hevur saman við Sumbiar kommunu verið heitast fyri kommunusamanlegging. Kommunustýrið á Tvøroyri átti fyrst at prógva, at teir kunnu stýra egnari kommunu, áðrenn teir fara at bjóða seg til at stýra øðrum kommunum. Júst hettar haldi eg er størsta orsøkin til, at man ikki fær gongd á samanlegging í Suðuroy. Kommunustýrið á Tvøroyri hevur ferð eftir ferð víst, at teir ikki megna at stýra sær sjálvum seinasta valskeiðið. Teir virða ikki lógir, kunngerðir og ásetingar. Dømið er leiðarasetanini á Frítíðarskúlanum í Trongisvági.
Tað er væl skilligt, at hinar kommununar í oynni ikki tekkjast hesum óskili og drála verður við samanlegging. Leisturin, sum farast má fram eftir er, at víðka um verandi samarbeiði meðan trúvirðið verður uppbygt aftur.

Kommunusamarbeiði.
Í dag verður samstarva um m.a. skúla, kommunulækna, tannlækna, sløkkilið, bjargingarfelag og heilsusystrar. Uppløgd evnir at útbygt samarbeiði við, eru tekniska deild, nú býarverkfrøðingur er settur í starv. Røktingarmann, rottufangara, vatnmeistara, amboð og maskinur, felags brandstøð (møguligan Alarmsentral), har fólk eru á vakt.

Vegakervi í kommununi.
Eitt, ið ikki hevur eydnast enn í Tvøroyrar kommunu er, at samskipa vegarbeiðið. Tað vísir seg ferð eftir ferð, at kommunan umvælir ella asfalterar vegastubbar, og so gongur bert stutt tíð, áðrenn antin kommunan sjálv, SEV ella Føroya Tele koma at grava níggja asfalti uppaftur.
Tað má kunna krevjast av kommunalu umsitingini at slíkt verður steðga. Slíkt er oyðsl av skattgjaldarans pengum.
Gongubreytir er eisini nakað í vegirnir ikki eru mettaðir við enn og langt í frá. Málið má verða, at man kann ganga trygt fram við einum og hvørjum vegi í kommununi. Kommunan eigur at gera gongubreytir til alla nýðgerð av vegum.

Seyðurin úr býnum!
At fáa seyðin úr býnum hevur verið brúkt sum valagn 3 tey seinast kommunuvalini. Eg má viðganga, at tá verandi kommunustýrið ikki hevur megna at loyst málið, er møguliga ikki so lætt at loysa tað, men ein byrjan kundi verið, at man fekk seyðahaldarar at yvirhalda summarfriðingina av bønum, uppløgd uppgáva til ein møguligan røktingarmann, eisini vil eg fara at arbeiða seriøst við at fáa býin vetrarfriðaðan. Haldi ikki tað er hóskandi at kalla seg bý og ikki klára at vetrarfriða hann.

Spælipláss, grønir blettir!
Fyri at fáa fólk at seta búgv her í kommununi, skuldi verið gjørt meiri við útstykkingar. M.a. skuldi kommunan gjørt vegir klárar til útstykkaði økir, lagt kloakk, vatn, umframt elveitingar klárt. Tað vildi gjørt nógv av økjum meiri áhugaverd at byggja á.
Eisini skal fríðkast meiri í kommununi, ikki bert í miðbýnum, men eisini í teim 4 bygdunum í sóknini. Tað skulu gerast fleiri grønir blettir, plantast, setast benkir upp, umframt gera spælipláss til tey smærru. Tað skal verða føst mannagongd, at tá útstykk-ingar skulu gerast, verða økir avsett til spælipláss.
Eisini skuldi verið sett nevnd, ið valdi vakrasta urtagarð í sóknini og hevði hettar gjørt áhugan størri fyri at fríðka býin.

Ungdómstilboð!
Ofta verður ført fram, at tað eru ongi tilboð til ungdóm-in her. Tað er partvís rætt, hóast ítróttartilboð ikki tróta, eru fá onnur tilboð. Viðvíkjandi hesum er tað bert versnað síðstu árini. Fyri 10-15 árum síðani, vóru tilboð so sum ungdómsfelagið TUK, ikki minni enn tvey skótalið, losjan, sjónleikarafelag, kavarafelag og talvfelag. Tað eru eisini onnur feløg, ið kundu gjørt meiri við at bjóða ungdóminum og yngri við, so sum bjargingarfelagið og sløkkiliðið. Hetta eru feløg sum ungdómur ella yngri kundu verið aktiv í, slík feløg skulu venja, fyri at kunna veita eina nøktandi tæn-astu. Í tí sambandi kundi ein freistast at spurt, hvussu stendur til við tilbúgvingarætlan fyri kommununa, hetta er krav, ið er lagt til kommununa fyri nøkrum árum síðani.

Brandstøð og Bjargingarfelagið!
Sløkkiliðið á Tvøroyri hevur húsast í 4 ymiskum støðum, ta eg kann minnast. Í dag húsast sløkkiliðið á keiuni og er hettar ikki nøktandi. Vit hava gjørt íløgu í níggjan brandbil og er tað at fegnast um,. Eg haldi farast skal víðari og vit skulu byggja níggja brandstøð.
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag húsast í gamla pakkhúsinum hjá T.F. Thomsen. Umstøðurnar eru alt annað enn hóskandi og sigast má, at ikki er nógvur aktiviteturin har. Eg skilji limirnar útmerka. Leggjast kann afturat, at hølini hjá teimum eru tey ringastu í øllum landinum. Kommununar í norð-aru helvt hava skildu at geva hesum felag, ið byggir á frívillugt arbeiði, betri umstøður. Eg mæli til, at arbeiðast skal fyri at byggja felags hús til hesi feløg. Eisini skulu hesi feløg fáa neyðugu resursir til, at tey kunnu hava eina virðiliga tænastu til borgarnar.

Gøtunøvn!
Fyri umleið 15 árum síðani frættist, at nevnd varð sett til at gera uppskot til gøtunøvn fyri kommununa. Tað valskeiðið fór og onki meiri frættist um gøtunavnanevndina. Fyri góðum ári síðani vóru so aftur gøtunøvn á lofti. Borgarnir kundi senda uppskot um gøtunøvn inn til býráðið. Veit um onkur uppskot ið blivu send inn. Men gøtunøvn eru ongi komin.

Skúlin!
Hugt eigur at verða eftir skúlanum, um hølisviðurskiftini eru nøgtandi og orkupolitikkur skúlans er nóg góður. Gjørd eigur at vera ætlan fyri skúlan, ið ger skúlan meiri grønan.
Somuleiðis skuldi verði gjørdur orkupolitikkur fyri restina av kommununi. Hugt eigur at verða eftir gøtuljósskipan, umsitingarbygningunum, tænastubygningum, barnagarði, íttróttarhøll, við meira.

Kunning!
Nakað sum er sera mangulfult er kunning til borgaran. Frágreiðing eigur at verða send út til allar borgarar einaferð um árið, har rokniskapur, frágreiðing um hvat er fingið av skaftið seinasta árið, og hvørjar ætlanir skulu fremjast í kommandi ári, um-framt ein loypandi lang-tíðar ætlan.

Húsaleivdir!
Seinastu árini eru fleiri eldri hús tikin niður í miðbýnum. Nevnast kunnu gamla telefonstøðin, biografurin, gamla posthúsið og egningarskúrarnir. Egningarskúrarnir máttu rívast niður, tí økið skuldi brúkast. Skúrarnir eru vekk, men grundin bleiv stand-andi. Undrist á hví man ikki ger ætlanina lidna. Leivdirnar av posthúsinum og biografinum liggja, somuleiðis uttan at økið er brúkiligt tilnakað. Hesi økir liggja beint við Tvøroyrar skúla og Heilsuskúlan, sum hava brúk fyri fleiri parkeringsplássum enn tey hava.
Har gamla telefonstøðin stóð, hevur verið aktivitetur í skjótt 2 ár. Stoyptir hava verið múrar, júst starnaðir eru teir rivnir niðuraftur, fyri síðani at byrja forfrá. Harmiligt, at man ikki kann einast um at gera tingini rætt fyrstuferð.

Hovsaloysnir!
Eitt í hevur eyðkent kommunuarbeiði eru hovsaloysnir.
Eg vil arbeiða fyri, at man skipar soleiðis fyri, at man ikki skapar trupuleikar tá útbyggingar ella umleggingar verða gjørdar. Her hugsi eg serliga um tað beistagerð kommunan hevur gjørt móti m.a. FSR. Uttan at siga FSR frá, varð byrja at fylla út fyri Land-ingar Miðstøð. Rokni við, at um nevndin í FSR ikki hevði gjørt vart við seg, hevði kappróðrarneystið staðið mitt í eini útfylling. Loysnin var, at man hevur eina kanal inn til dróttin, so tilber at flota bátar, hetta er ikki nóg vott. Skammiligt at bjóða ítróttinum slíkar umstøður.
Annað dømi er egningarskúrarnir, at man ikki hevði avklára øll viðurskifti áðrenn skúrarnir blivu tiknir niður. Og mær vitandi er ongin ætlan ella øki lagt av til nýggjar skúrar.
Fleiri ferðir hevur verið hoyrt at helvtin av keihylin-um skal fyllast upp, um tað er rætt ella ikki, veit eg ikki, veit ikki ítøkiliga hvør ætlanin er, men vil mæla til, at man fyrst loysir trupulleikarnar, sum skapast av slíkari uppfylling, at man fer at arbeiða miðvíst við at gera fleiri bátapláss til smábátar og miðalstórar bátar.
Tíðin er komin til at seta Tvøroyri á Føroyakortið fyri anna enn klandur og stríð um setan av leiðara á Frítíarskúlanum og borgarstjóran í nisshúgvuni.
Veljið ein sterkan samgongulista, so kemur skil á !!
Gott val!