Óskil við starvsetanum

Oddagrein:

Nógv hevur verið funnist at tí fyrisitingarligu um­­skipanini, ið Finn Normann Christen­sen (FNC) stóð á odda fyri á sinni. Endamálið við umskipanini var at smalka almennu miðfyrisitingina, at gera hana meira smidliga fyri ikki um at tala at økja um rættar­trygdina við betri málsviðgerð og tryggum mannagongdum. Hvørt alt hetta nú var eitt framstig fyri rættartrygdina skulu vit lata vera ósagt, men á einum øki tóktist hetta at vera galdandi nevniliga, tá talan var um starvsetanir. Landið fekk ein almennan starvsfólka­politikk, og fyri at eingin ivi skuldi vera um, at alt hetta var meint í álvara, so fekk løgmaður og seinni fíggjar­málaráðharrin, ábyrgd­ina av starvs­fólka­politikkinum. Starvsfólka­politikkurin var eitt fram­stig, tí starvsetanir komu í fasta legu. Reglurnar eru greiðar og almennar og galda fyri alt almenna økið. Eingin er hevjaður upp um hesar reglur!

 

Alt hetta bøtti ivaleyst um rættartrygdina hjá umsøkjarunum og FNC skipanin skapti møguleikar hjá nýggjum ættarliði av sera vælútbúgvnum fólki, ið kom aftur til landið eftir kreppuna. Miðfyri­sit­ing­in gjørdist ikki bíligari – hon gjørdist nógv dýrari. Almenning­urin her sum aðrastaðir tykist vera sinnaður at rinda við skattinum fyri eina stóra og dýra miðfyrisiting, um almenningur og vinnulív fáa betri rættar­trygd, skjótari og betri tænastur og ikki minst politiskar avgerðir tiknar á haldgóðum fyristingarligum støði.

 

Mong hava leingi spurt um okkara risastóra og sera kostnaðarmikla miðfyrisiting lýkur hesar fortreytir. Vit skulu ikki her taka dagar í hesum spurningi, men alt fleiri dømi og alt fleiri atfinningar frá Løgtingsins Umboðsmanni benda á, at unga og yvirvaksna miðfyri­siting okkara ikki lýkur slíkar sjálvsagdar fortreytir. Hetta tykist serstakliga vera gald­­andi fyri starvsetanar­mál, ið júst var tað økið, ið nýggja skipanin var ætlað at bøta um. Hetta er mikið spell, tí fer starvs­fólkapolitikkurin á glið, so skaðar hetta umdømið hjá allari miðfyri­sitingini. Hetta gongur út yvir trúvirðið hjá øllum stjórnar­ráðum - tað er sum kunnugt ikki bert Uttan­­ríkis­ráðið, sum hevur ilt í setanarpolitikkinum – her eru fleiri syndarar, eru teir nevndir, so eru teir kendir.

 

Seinasta málið hjá Uttanríkisráðnum minnir um eina gølu og hava vit kanska bert sæð toppin á ísfjalli­­num. Her hava vit eitt stjórnarráð, við sjálvum vara­løgmanni sum evsta leiðara, sum uttan at blunka setir seg yvir alment galdandi starvs­fólka­politikkin. Tað kann væl vera, at leiðslan í Uttanríkisráðnum ikki beinleiðis hevur brotið nakra lóg, sum privatu løgfrøðiligu ráðgevar ráðsins tví­halda um. Men tað er uttan fyri nakran iva, at URR hevur brotið tær fyrisitingarligu siðvenj­ur, sum eru galdandi á økinum og sum byggja á skrivligar og alment góðkendar reglur. Uttanríkis­ráðið hevur hartil brotið galdandi reglur, ásettar av Fíggjar­mála­ráðn­­um, og sum øll onnur stjórnarráð eru noydd at rætta seg eftir. Ráðið hevur í hesum máli sýnt eina so grova maktar­rogansu, at hvørki løgmaður ella Løgting kunnu lata hetta um seg ganga. Gera tey tað, so er álitið millum manna til alla miðfyrsitingina fokið.