Útbjóðingar
Í Sosialinum herfyri fýltist stjórin hjá El-Service á Skála, John Eli Olsen á, at føroyskir arbeiðstakarar ikki altíð fáa høvið at bjóða upp á tey stóru arbeiðini, sum tað almenna stendur fyri. Í hesum sambandi nevndi hann eisini nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík.
- Tað, sum eg meinti við í samrøðuni, var, at høvuðsentreprisan var útlendsk. El-arbeiðið varð tó gjørt av føroyingum, men hetta arbeiði varð ikki boðið út.
Norðoyatunnilin
John Eli Olsen vísir á, at útbjóðingin av el-entreprisuni til Norðoyatunnilin var gjørd við eini prekvalifisering. Hetta merkir, sigur hann, øll sluppu at bjóða seg fram. Síðani vórðu fimm fyritøkur valdar burtur úr til at geva tilboð.
- Hetta haldi eg vera skilagott, tí so skulu ikki fleiri virkir gera tilboðsarbeiði til onga nyttu. Eg haldi, at henda útbjóðingin er ein tann besta, sum vit higartil hava verið við til. Útbjóðingartilfarið er nevniliga soleiðis háttað, at øll el-virkir kunnu bjóða upp á somu útgerð, men hesi kunnu eisini koma við betringum og uppskotum.
John Eli vísir á, at í hesum førinum verða tilboðini "vektaði", soleiðis at ein stórur partur snýr seg um, hvussu tú sum arbeiðstakari ætlar tær at loysa uppgávuna ? eitt nú við manning, fyriskipan, heilsu, trygd og umhvørvi.
- Hetta ger, at eitt virkið, sum bjóðar seg fram, noyðist at gera sær ómak við tilboðnum, og samstundis fær leiðslan fyri P/F Norðoyatunnilin fleiri uppskot til loysn av uppgávuni.
Óseriøsir bjóðarar
Stjórin hjá El-Service heldur, at hesin hátturin í størri mun átti at verið brúktur, tá ið stór arbeiði verða útboðin.
- Hesin hátturin gevur eisini byggiharranum møguleika at lúka óseriøsar bjóðarar burtur úr, áðrenn sjálvt tilboðið skal gevast.
John Eli Olsen vísir á, at uttanlands er tað soleiðis, at bjóðar tú upp á eitt arbeiði, har neyðugt er við t.d. 10 fólkum, skulu í minsta lagi 20 fólk vera í starvi hjá fyritøkuni.
- Hetta verður kravt, tí tað ikki verður mett serliga skilagott at byggja eitt virki upp á eina einstaka upgávu, sigur stjórin hjá El-Service.