Skilagott at senda unglingalið til HM

Um vikuskiftið luttók fyri fyrstu ferð í fleiri ár eitt føroyskt unglingalið í HM í estetiskum fimleiki.

HM í estetiskum fimleiki var í Moskva í Russlandi um vikuskiftið, og fyri fyrstu ferð í fleri ár var eitt føroyskt unglingalið við í kappingini. Tær fingu 12,850 stig og gjørdust nummar 20 út av 24. 

 

Jónvá Ellingsgaard, sum royndur fimleikari og venjari, var við á ferðini, og hon metir tað vera eitt skilagott val at senda unglingalið til HM.

 

- Fyri okkum haldi eg at tað er eitt gott val, tí tað gevur unglingunum nakað størri at arbeiða fram ímóti og kann hjálpa teimum við at taka seg enn meiri fram. Kvinnurnar hava verið við hvørt ár í fleiri ár nú og kunnu allatíð miðja eftir at koma eitt ella fleiri pláss longri fram fyri hvørja ferð, tí tær kenna støðið, men um vit í framtíðini ynskja at blíva enn betri, er tað umráðandi at hækka støðið hjá teimum yngru enn meiri soleiðis at vit kunnu røkka betri og betri plássum, sigur Jónvá og heldur fram:

 

- Tað er eisini ofta í unglingaaldrinum, at vit síggja at íðkarar fella frá og velja onnur ítriv fram um, so um HM-luttøkan kann økja um áhugan at halda áfram at íðka fimleik og fáa fleiri unglinga- og kvinnulið, so er tað heilt greitt nakað gott við hesi luttøkuni, metir hon.

 

Kappingarárið hjá fimleikinum er nú at enda komið, og nú eru tær troyttar eftir eitt drúgt kappingarár.

 

- Ein langur vetur við nógvari venjing er nú komin at enda og fimleikararnir eru nú sera troyttir og treingja til eina góða summarferiu. Eg haldi tó, at allar eru sera væl nøgdar við úrslitini og hava notið hetta fimleikaárið og túrin í Moskva. Fimleikurin byrjar aftur seint í summar og tá ætla vit at dýkja á aftur við venjing, tí nú hava vit enn meiri at meta okkum eftir, so vit kunnu royna at økja um støðið, sigur Jónvá Ellingsgaard at enda.

 

Kvinnuliðið fekk 12,950 stig og gjørdist nummar 21 út av 29 liðum. Føroyska ferðalagið, ið taldi 29, er afturkomið til Føroya í dag.