Skilagott at smíða ein samríkisblokk til valið

Nú valstríðið fer at taka seg upp, beinanvegin tá tingið kemur saman aftur á Ólavsøku, er stundin komin til at teir báðir samríkisflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, boða veljarunum frá, at vit fara at standa saman í valstríðnum – og verða kjarnin í nýggjari samgongu eftir valið.

Tað, sum eg mæli til, er við øðrum orðum, at vit í Javnarflokkinum og Sambandsflokkinum beinanvegin leggja eina felags politiska ætlan um høvuðsmálini og skipa okkum í ein sokallaðan samríkisblokk til valið - fyri ríkisfelagsskapi, fyri sosialari trygd og rættvísi, og fyri vinnuligum og búskaparligum vøkstri.
Hóast tað neyvan fer at eydnast hesum báðum flokkum at fáa meiriluta, so er enn minni hugsandi, at tann grómuta gongan av fullveldisflokkum verður før fyri at skipa nakra líkinda meirilutasamgongu. Tí er stórur møguleiki fyri, at ein samskipaður samríkisblokkur kann koma sum vinnari burturúr fløktu støðuni eftir valið, antin í minnilutasamgongu ella við at skipa meiriluta saman við øðrum.
At hetta væl ber til er gongdin síðstu mánaðirnar gott dømi um. Síðani Fólkaflokkurin stakk halan millum beinini í vár, hava vit samstarvað væl bæði við Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkin og Framsókn.
Á landsfundi Javnaðarfloksins síðsta heyst mælti okkara táverandi formaður, Jóannes Eidesgaard, sum tann fyrsti til, at flokkarnir í Føroyum nú eisini áttu at verið búnir til at skipa seg í politiskar “blokkar” upp undir val, við nøkrum greiðum felags høvuðsmálum, so tað bæði gjørdist meira forpliktandi fyri flokkarnar, hvat teir fóru til val uppá, og tað samstundis gjørdist greiðari fyri veljarunum, hvat teimum stóð í boði, um teir valdu hendan ella handan flokkin.
Síðani hevur eisini tann skilagóði Sjúrður Skaale, fyrrverandi tjóðveldismaður, í sínum royndum at víðka um okkara fatan av politiska fólkaræðinum, talað fyri slíkum blokkpolitikki. Veljarin verður snýttur, sigur Sjúrður. Hann velur ein flokk, tí hann er fyri ávísum sjónarmiðum, men ofta hendir at hansara flokkur fer í samgongu við “fíggindan”, og burturúr tí kemur ein politikkur, sum hann undir ongum umstøðum vil kennast við.
Seinast var tað Edmund Joensen, sum í vár í greinini, “Nú er brúk fyri blokkpolitikki”, mælti til, at “heldur enn at leypa stein av steini eiga Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin beinanveg at leggja lunnar undir ein stabilan blokk av politiskum flokkum, sum í felag kunnu fara til løgtingsval við tí fyri eyga at skapa alneyðugan búskaparvøkstur, fólkavøkstur, vælferð og stabilitet”.
Eg eri samdur við Edmund Joensen. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava framum aðrar flokkar samstarvað sera væl. Tað vóru hesir báðir flokkar, sum bóru fyrru ABC-samgonguna og somuleiðis ta seinnu, eins og tað vóru vit, sum stóðu fyri teim nógvu positivu avrikunum. Og síðan vit sluppu av við deyðvektina í Fólkaflokkinum, hava hesir báðir flokkar eisini evnað at skipa fyri breiðum samstarvi í løgtinginum.
Tí tað sum fram um alt eyðkennir hesir báðar flokkar, er viljin til at røkka úrslitum, meðan aðrir eru meira upptiknir av skróli og rumbli.
Haraftrat er týdningarmikið, at samríkisflokkarnir ganga á odda, fyri at beina allan iva burtur um tað gagnliga og mennandi samstarvið, vit hava í ríkisfelagsskapinum.
Fyri tað triðja eru vit ein sosialdemokratiskur og ein sosialliberalur flokkur, sum seta fólksins vælferð í hásæti, og undir ongum umstøðum vilja spæla hasard við landsins framtíð í ábyrgdarleysum fullveldisromantikki.
Latið okkum ikki drála við við hesum, men beinanvegin fara undir at smíða samríkisblokkin, so vit eru klár, tá løgtingsvalið fer at at verða útskrivað tíðliga í heyst, møguliga longu um mánaðarskiftið august-september.
Tað eru bæði vansar og fyrimunir við at skipa fyri slíkum forpliktandi samstarvi, sum vit eisini kunnu kallað blokkpolitikkur. Vit binda báðar flokkarnar saman, og kunnu tí ikki gera júst sum hvørjum lystir. Men tað gevur okkum eina samlaða styrki, sum aðrir illa sleppa uttanum.
Størsta fyrimunin fáa veljararnir, sum á henda hátt fáa størri trygd fyri, at tá tey atkvøða fyri Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, so vita tey, hvat tey fáa. So verður ikki, velja tey ein av hinum, velja tey ein av hinum flokkunum.