Skilagott rúsdrekkauppskot frá Tjóðveldi

Oddagrein:

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram á ting um at gera broytingar í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka. Hetta er tiltrongt, tí at føroyska rúsdrekkalógin er vinnuliga avmarkandi og dupultmoralsk.

 

Vit hava eina rúsdrekkalóg, sum loyvir innflutningi av rúsdrekka úr øðrum londum, men sum bannar føroyskum virkjum í at framleiða rúsdrekka. Hví forbjóða framleiðslu av nøkrum, sum man loyvir innflutningi av? Har er einki argument, og tí er tað fyri neyðini, at uppskot nú er lagt fram fyri at fáa hasa andsøgnina burtur.

 

Reint prinsipielt eiga føroyskar fyritøkur at hava møguleikan at framleiða alt tað, sum man loyvir sølu av í Føroyum.

 

Ein onnur løgin andsøgn, sum verður beind burtur við uppskotinum frá Tjóðveldi, er at øl framyvir skal kunna bryggjast og seljast sterkari enn 5,8%. Hví hetta markið nakrantíð er sett, er ilt at síggja. Lóggávan hevur loyvt sølu av víni og so rúsdrekka heilt upp í 60%, og tí er tað púra meiningsleyst at áseta eitt mark á 5,8%.

 

Koma broytingarnar, sum Tjóðveldi skjýtur upp, ígjøgnum, so vil tað merkja nógv betri kappingarfortreytir hjá føroyskum fyritøkum. Føroya Bjór hevur til dømis í mong ár víst, at fyritøkan er væl før fyri at kappast við sínum vørum, men hon heur verið darvað og avmarkað av okkara ótíðarhóskandi lóggávu.

 

At okkara rúsdrekkalóg er vinnuliga avmarkandi og dupultmoralsk, skal sjálvandi síggjast í ljósinum av, nær hon var samtykt. Núverandi rúsdrekkalóg var samtykt í 1992 við ógvuliga teprum meiriluta. Um hon var meiri víðfevnd, so hevði hon neyvan komið ígjøgnum tá. Vit mugu minnast til, at avmarkandi sum rúsdrekkalógin er, so var hon hóast alt eitt risaframstig í mun til støðuna áðrenn 1992.

 

Í dag, har vit skriva 2008, so er tíðin komin til eina tiltrongda dagføring av rúsdrekkalógini. Tjóðveldi hevur lagt uppskot til dagføring fram, og nú er at vóna, at tinglimir taka undir við hesum skilagóða uppskoti.