- Tað er framvegis kreppa í eldrarøktini.
Tað staðfestir Hanne-Dott Ludvig.
Hon hevur eina mammu á Tjarnargarði í Havn og hon hevur verið eitt undangongufólk at gera vart við støðuna í eldrarøktini, serliga nú sparingar eru settar í verk.
Fyri einum mánað síðani játtaði Løgtingið eldrarøktini 4,2 milliónir afturat, men tað var øllum greitt, at tað fór bara at taka broddin av teimum sparingum, sum ætlanin annars var at seta í verk.
Og Hanne-Dot Ludvig staðfestir, at hóast eykajáttanin er komin, er skilið framvegis ringt og støðan er so vánalig, at hon kann ikki góðtakast.
- Eldrarøktin er framvegis í kreppu, staðfestir hon
Hon vísir á, at einasta mun, eykajáttanin hevur ført til, er náttavaktirnar verða ikki skerdar, soleiðis, sum ætlanin var.
Men annars eru allar vaktirnar skerdar, tvs, at hvør vakt arbeiðir styttri enn áður.
Sostatt missur Tjarnargarður nógvar arbeiðstímar hvønn einasta dag.
- Sparingin hevur ført við sær, at tað er bara í dagtímunum frá 9-13, at trý starvsfólk eru til 12 búfólk.
Annars eru bara tvey starvsfólk til arbeiðis allan seinnapartin og alt kvøldið og um náttina er so bara ein náttarvakt.
- Eru starvsfólk sjúk, sleppa tey ikki at útvega avloysarar fyrrenn triðja sjúkradag, so hvørja ferð sjúka ger um seg, er starvsfólkahópurin skerdur enn meiri.
Hanne-Dot Ludvig heldur, at hetta er alt ov lítið, tí ofta er neyðugt við tveimum starvsfólkum at hjálpa einum búfólki við ymsum.
Hon sigur, at tað skuldi ongantíð verið minni enn trý starvsfólk á vakt og á summum vaktum attu tað at verið enn fleiri at hjálpa búfólkinum við ymsum.
Anne Dot Ludvig leggur dent á, at starvsfólkið á Tjarnargarði kann ikki lastast fyri nakað sum helst, tí hon heldur, at tey gera alt, sum stendur í teirra makt fyri at fáa alt at hanga saman.
- Tey eru ordiliga koyrd í senk!
Men støðan førir við sær, at ofta mugu búfólk bíða, hvørja ferð, tey hava brúk fyri onkrum.
- Tey mugu bíða eftir at fáa at eta, tey mugu bíða eftir at sleppa í song og at sleppa upp og skulu tey hjálpast á wc, mugu tey eisini bíða til starvsfólk hava tíð til tað.
- Tað er ófatiliga óvirðiligt, sigur hon.
Men støðan ger, at tey avvarðandi føla seg rættiliga ótrygg og sjálv er hon hjá mammuni tveir, tríggjar tímar hvørt kvøld.
- Tað er týðiligt, at starvsfólkið hevur tað ikki gott og tí vil eg vera hjá mammu so nógv, eg kann og so royni eg at taka eina hond í, sigur Hanne-Dot Ludvig.
Les fleiri aðrar greinar í blaðnum um sama evni.