Skilir veljarin ikki?

Áhugaverd úrslit vóru at síggja í veljarakanningini, sum SVF og Sosialurin hava latið gjørt. Lítil ivi tykist vera um, at føroyski veljarin tekur ikki undir við sokallaðu trumfunum hjá landsstýrinum á seinasta samráðingarfundi. Føroyingar brýggja seg ikki um, at ein triðji partur, sum eitt nú ST, kemur uppí samráðingarnar við donsku stjórnina. Tað var eisini, sum vit hava nevnt her á hesum stað, eitt sindur óheppið fyri Føroyar, at okkara landstýri sat og tosaði um ST, sum um talan var um hertøku ella ógerðir, ið vit kenna frá Balkan og aðrastaðni

Uppaftur størri mótstøða var móti at nýta oljuinntøkur til afturbetaling av stuðuli frá Danmark í skiftistíðini útyvir tey fýra árini, ið danska stjórnin og fólkatingið ganga við til. Fýra út av fimm veljarum hildu lítið um hetta hugskotið hjá landsstýrinum, og átti hettar at fingið landstýrið at ásanna, at teir gjørdu eitt mistak. Landstýrið hevur ikki ásannað, at hetta var eitt mistak. Sambært Høgna Hoydal hevur veljarin ikki skilt uppskotið hjá teimum. Spurningurin er, um hettar ikki er ein rættiliga grov undirmeting av føroysku veljarnum, eisini tá hugsað verður um, at eingin samgonga hevur nýtt so nógv av skattgjaldarans peningi til at kunna veljaran um eina politiska ætlan sum hesa. Veljarin hevur ivaleyst skilt, at tað er stórur munur á at mótrokna í einum stuðuli tú fært, soleiðis at hann gerst minni ella fellir burtur, og so at fáa stuðulin fyrst, og so afturgjalda hann við oljuinntøkum sum veð. Fullveldisfortalararnir í samgonguni hava ein óvana, og tað er, at hvørja ferð veljaraskarin ella einstakir politiskir flokkar ganga ímóti samgonguni, so verður sagt, at ikki er nóg væl kunnað, ella hesi ikki hava skilt. Kann tað ikki hugsast, at fullveldisætlanin er væl skild, men at veljarin ikki tekur undir við henni, uttan eina órealistiska skiftistíð?


Høgni Hoydal tulkaði úrslitið soleiðis, at føroyingar hildu, at 15 ár var rímiligt. Hettar er ivaleyst ein yvirtulking. Eitt nú kann hugsast, at nógv fólk høvdu viljað fingið eina millión forerandi frá landinum, um tey vóru spurd, hóast tað ikki nýtist at merkja, at tey halda tað vera rímiligt, at tey fáa hana.


Tá hugt verður eftir atkvøðubýtinum millum flokkarnar, um eitt valúrslit var sum veljarakanningin, so verða Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin størstu flokkar, meðan Fólkaflokkurin gerst stóri taparin. Javnaðarflokkurin hevur eina afturgongd í mun til seinastu veljarakanning, men eina framgongd í mun til valið. Polariseringin millum loysing og samband er neyvan gagnlig fyri gerandisdagsmál í næstu framtíð. Hvussu er við heilsuverki, samferðslu, pensiónum og øðrum, tá so nógv orka fer til loysing samband spurningin.


Løgmaður og flokkur hansara tykjast taka hesa veljarakanning til eftirtektar og tosa um at fáa ?ein sáttmála? heldur enn fullveldi. Trupulleikin er bert, at samgongan er farin niður at samráðast um fullveldi og ikki ?ein sáttmála?. Skal samráðast um ?ein sáttmála?, so má saðlast um.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm