Skilja ikki at fólk í fíggjarsektorinum skulu svíða meira enn onnur

Opið skriv til Fíggjarnevndina í sambandi við uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.

Landsstýrið hevur í ólavssøkupakkanum uppskot um, at hækka partafelagsskattin úr 18% upp í 27% fyri peningastovnar og tryggingarfyritøkur. Hetta er síðani broytt til, at lønhæddaravgjaldið fyri peningastovnar og tryggingarfyritøkur hækkar við 5%, so tað verður 10%.
Uttan mun til hvørt talan er um tað upprunaliga uppskotið ella tað broytta uppskotið, so er tað ikki rímiligt, at tað er fíggjarsektorurin sum einsamallur skal gjalda ein størri skatt ella hægri avgjald.
Sum starvsfólk í fíggjarsektorinum skilja vit ikki, hví tað skulu vera vit, sum skulu svíða meira enn onnur í samfelagnum. Og tað er tað vit koma til, tí lítið er at ivast í, at eitt hægri lønhæddaravgjald (ella fyri tað hægri felagsskattur á peningastovnar og tryggingarfeløg), fer at hava við sær sparingar í teimum fyritøkum, sum vit arbeiða í. Av tí at lønarposturin er ein stórur postur hjá hesum fyritøkum, so er tað rættiliga vist, at tað verður á hesum posti, at sparingarnar verða framdar – ikki minst tá nú skatturin helst verður eitt lønhæddaravgjald. Hækkingin uppá 5% merkir fyri allar peningastovnarnar umleið 12-13 mkr., sum møguliga skulu sparast við at skerja lønarútreiðslurnar.
Sum umboð fyri starvsfólk í peningastovnunum og tryggingarfyritøkunum mótmæla vit, at tað bert eru tær fyritøkur, sum vit arbeiða í, sum skulu bera alla skattahækkingina á vinnufyritøkur. Tað hevði verið sømuligari og rættvísari, um allar vinnur bóru hvør sín part av hækkingini, eitt nú við at hækka partafelagsskattin fyri allar vinnufyritøkur. Við at tengja avgjaldið beinleiðis at lønarútgjaldingunum hjá fíggjarfyritøkunum, gevur hetta hesum fyritøkum eitt insitament til at spara á júst hesum útreiðsluposti, í mun til ein hægri partafelagsskatt, har alt virksemið hjá fyritøkuni inngongur. Onki er at ivast í at forhandlingsstøðan við komandi sáttmálasamráðingar innan fíggjarsektorin versnar munandi, um ætlaða broytingin verður framd, við tað at hesin útreiðslupostur er so høgur.
Í viðmerkingunum til uppskotið leggur Landsstýrið upp til, at hetta hevur til endamáls at tryggja virksemi í landinum. Hetta síggja vit sum eina beinleiðis andsøgn í mun til verandi uppskot. Tær umleið 13 mkr., sum peningastovnarnir samanlagt skulu rinda í eyka lønhæddaravgjaldi, svara til lønarútgjaldingar til eini 35 til 40 starvsfólk í peningastovnssektorinum, sum eru í vanda fyri at missa starvið orsakað av hesum. Samlaða talið av starvsfólkum í peningastovnunum í dag er á leið 600, og svarar hetta til ein møguligan niðurskurð í starvsfólkatalinum uppá 7%.
Nevndirnar í SFS og YT, sum eru partar av YFF (yrkisfelag hjá fíggjarstovnum í Føroyum), heita tí staðiliga á Landsstýrið um, at sleppa ætlanini um, at seta í gildi ætlaðu broytingarnar av lønhæddaravgjaldinum, sum einans skal hava ávirkan á fíggjarsektorin.
Avrit av hesum skrivi er sent Dimmalætting, Sosialinum og Norðlýsinum.