Høgni Hoydal
Alt bendir á, at landsstýrið nú eisini ætlar at fáa einskiljingargongdina at enda í politiskum roki og tilvild eins og øll hini politisku stórmálini.
Nógv hava við røttum funnist at undanfarnu samgongu fyri vantandi vinnupolitikk, og hava spurt, hví Tjóðveldisflokkurin so ofta var ósamdur við landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm.
Orsøkirnar áttu øll at sæð í dag. Tjóðveldisflokkurin hevur seinastu árini gingið á odda í at skapa ein nýggjan vinnupolitikk við eini studningsfríari vinnu og einum stoltum og ábyrgdarfullum vinnulívi, ið kann virka á altjóða pallinum og vinna pening til vælferðina í einum sjálvstøðugum Føroyum.
Greiða krøv til einskiljingar
Tí hava vit støðugt kravt, at einskiljingar skulu fremjast soleiðis, at tær gagna samfelagsligum áhugamálum og ikki bert nøkrum fáum. Vit hava kravt, at endamálið við einskiljingum skal vera, at vit fáa størri virksemi og virðisøking í Føroyum og ikki at geva burtur stór samfelagslig virðir, sum vit í felag hava skapt og gera Føroyar til eina vinnuliga koloni.
Vit hava kravt, at virðisbrævamarknaður skal stovnast, so tann nógvi deyði kapitalurin í Føroyum kann koma føroyskum vinnulívi í Føroyum til góðar. Vit hava kravt, at alt skal vera væl fyrireikað og at greiðar treytir skulu setast, so vit ikki fáa russiskar tilstandir, har virðir tilvildarliga verða avreidd og givin sterkastu áhugabólkunum. Vit hava kravt, at tað serliga er vanligt vinnuvirksemi sosum framleiðsla, bankavirksemi o.a., sum skal standa fremst. Vit hava kravt og hava lagt uppskot fram um, hvussu peningur frá einskilijingum skal brúkast hjá tí almenna.
Og vit hava kravt, at allir flokkar á tingi eisini andstøðuflokkarnir skulu takast við í arbeiði.
Hesi krøv fingu vit uppfylt í undanfarnu samgongu við bit og slit.
Einskiljingar sum fjølmiðlashow
Mótvegis hesum hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum staðið við sínum óteljandi ófyrireikaðu útmeldingum um einskiljingar. Hann hevur gjørt tað til eitt slag av ideologiskum fjølmiðlashowi at tosa um einskiljingar. Hann hevur tosað um einskiljingar, eins og er landsstýrismaðurin eitt slag av handilsmanni ella kremmara, sum gongur runt og selur virðini hjá okkum øllum. Hann hevur blandað seg upp í smálutir, tá landsins grunnar hava lagt ætlanir men í øðrum førum hevur hann ikki latið við seg koma. Og tað einasta hann hevur nátt við tí, er at onki hendir og at øll gerast ótrygg. Bæði vinna, politikarar, starvsfólk og samfelagið alt.
Ongin breið semja ella altjóðagerð
Tað er onki stuttligt at fáa sínar ringastu vónir váttaðar. Men tað gjørdust tær, nú landsstýrismaðurin enntá við stuðli frá løgmanni og restini av landsstýrinum hevur boðað frá, at Atlantsflog skal seljast fyrst.
Har er onki fyrireikað. Onki endamál. Og ongi av teimum greiðu málum, ið vit í Tjóðveldisflokkinum hava sett fram, eru umhugsað.
Tjóðveldisflokkurin, sum er størsti flokkur á tingi, hevur ikki hoyrt orð ella eið um málið. Men fjølmiðlarnir hava fingið sendandi eitt lógaruppskot frá landsstýrinum.
Tað sigur nakað um seriøsitetin í málinum. Var tað stjórin í eini vinnufyritøka á einum marknaði, sum sendi uppskot um at selja stór virðir út til fjølmiðlarnar, áðrenn nevndin og parteigararnir fingu nakað at vita, so hevði neyvan nakar havt nakað við hann at gera og fyritøkan hevði mist alt marknaðarvirði.
Eg havi ikki orð fyri, hvussu vánalig og vandamikil hendan framferðin hjá landsstýrinum er. Fari at loyva mær at spyrja løgmann, um hann veruliga heldur, at nakað skil er í hesari einskiljing?
Uppaftur løgnari er framferðin, tá løgmaður samstundis tosar um breiðar semjur og um altjóðagerð.
Her er ongin roynd til semju. Og her er ongin altjóðagerð, tá løgmaður letur landsstýrismannin spæla hazard við okkara besta portur út í heim.