Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá, so bara tann størri fiskurin endar í trolposanum.

Allir partrolarar skulu fiska við skiljirist

Skiljirist skal nú brúkast í øllum fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi - og ikki bara á teimum leiðum, sum áður hava verið stongdar. Tó eru nøkur undantøk.

Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá, so bara tann størri fiskurin endar í trolposanum.

Nú nakrar stongdar leiðir eru latnar upp aftur fyri trolfiskiskapi, um trolið, sum skipini brúka, hevur skiljirist, er sjálvandi spenningur um, hvussu verður við eitt nú upsafiskiskapinum á hesum leiðum. Reglurnar komu ikki í gildi fyrr enn í gjár, og tí er enn ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta. Tó hevur eftir hetta fyrsta samdøgnið ljóðað, at onkur partrolarapør hava skip fingið fisk - og onnur líka sum ikki hava borið við enn.

 

Fiskivinnan metir, at leiðirnar, sum nú eru latnar upp aftur fyri fiskiskapi við botntroli treytað av, at skipini brúka rist samsvarandi serligari kunngerð, eru spennandi, og vónir eru um, at nýggju møguleikarnir kunnu betra um slaka upsafiskiskapin, sum verið hevur seinnu árini. Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá, so bara tann størri fiskurin kemur aftur í trolposan. 

 

Samstundis, sum nakrar stongdar leiðir nú eru latnar upp aftur, er krav sett um, at skiljirist skal brúkast í øllum fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Skiljiristin skal sostatt ikki bert brúkast á teimum leiðum, sum fyrr hava verið stongdar, men verður útgangsstøði í øllum fiskiskapi við botntroli í føroyskum sjógvi, tó við nøkrum undantøkum.

 

Vanligt hevur verið, tá nógvur ungfiskur kemur í trolið, serliga á upsaveiði, at leiðir hava verið bráfeingis stongdar í 14 dagar.

 

Síðan hava leiðirnar verið latnar upp aftur fyri trolveiði, tá tíðarskeiðið er farið. Hetta eru teir møguleikar, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur havt til tess at verja ungfisk. Tað hevur soleiðis ikki verið ólóligt at fiska smáan upsa, men fiskimenn hava havt fráboðanarskyldu, tá nógvur smáur upsi hevur verið í tóvunum. Tað er eftir slíkar fráboðanir, at Fiskiveiðieftirlitið hevur lýst bráfeingis veiðibann.

 

Í fiskivinnuni verður væntað, at færri slíkar steingingar verða í framtíðini, nú kravið um skiljirist er komið. Ristin skilir smáa upsan og smáan fisk annars úr trolinum, men ivasamt er, hvussu neyv skiljingin verður, um nógvur fiskur stendur fyri trolinum. Ein onnur positiv avleiðing av kravinum um skiljirist kann verða, at upsin, sum kemur til virkingar á landi, sum heild verður størri, enn hann hevur verið.

 

 

 

 

 

 

 

Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá, so bara tann størri fiskurin endar í trolposanum.