Skilling 80 ár ? byrjaði í Bringsnagøtu í 1923

1. februar vóru liðin 80 ár síðan Andreas A. Arge, vanliga nevndur Skilling, stovnaði fyritøkuna, sum vit í dag kenna sum Skilling Optik. Skilling lærdi til ursmið hjá pápabeiggjanum, Eliesar Arge. Í dag hevur fyritøkan tveir handlar, ein í Niels Finsensgøtu og ein í SMS.

Andreas A. Arge ( 1897-1970), vanliga nevndur Skilling, lærdi til ursmið hjá pápabeiggjanum, Eliesar Arge, ursmiði í Bringsnagøtu í Havn. Tá Eliesar doyði, yvirtók Skilling, 1. februar í 1923, handilin og verkstaðin. Í eini kundabók sæst, at fyrsti kundin hendan dagin var Johannes Vang úr Kvívík. Handilin og verkstaðurin flutti seinni yvir í húsini hjá Klett í Bringsnagøtu. Fyritøkan hevur eisini hildi til aðrastaðni í býnum. Undir krígnum búði familjan í Húsavík.
Ursmiðir tá í tíðini umvældu ikki einans klokkur og ur. Teir umvældu og høvdu eftirlit við teimum ymisku navigatiónstólunum umborð á skipum so sum kumpassum, kronometrum, loggum og sekstantum. Øll hesi tólini skuldu eftirhyggjast og góðkennast, áðrenn skipini fóru til fiskiskap.
Eftir kríggið arbeiddi Skilling eina tíð hjá Niels L. Arge ursmiði. Umleið 1950 byrjaði Skilling aftur við handli og verkstaði í Sjúrðagøtu, har familjan búði tá. Fyrst í 50-unum flutti hann oman á Áarvegin, í niðastu hædd á Hotel Hafnia.
Skilling Optik
Eftir at Skilling doyði í 1970, kom konan, Anna Margretha (1901-1995), fødd Danielsen, úr Húsavík, at umsita handilin og verkstaðin. Tá yvirtóku synirnir, Jákup Andreas og Dagfinn, handilin og verkstaðin. Sama árið fluttu teir niðan í ein nýggjan bygning, ið Jákup Andreas hevði latið bygt í Bøkjarabrekku. Í 1983 lótu teir ein handil afturat upp í SMS. Tá vegurin kom í gjøgnum úr Steinatúni niðan í R.C. Effersøesgøtu, bleiv ferðslan so nógv í Bøkjarabrekku, at har vóru ringar umstøður at hava handil. Tá avgjørdu teir at flyta handilin. Í 1888/89 keyptu teir húsini í Niels Finsensgøtu 23, har handilin heldur til í dag. Í 1996 bleiv eitt nýtt partafelag gjørt, tá yvirtók Heidi Arge, dóttir Jákup Andreas, partin hjá pápanum. Í dag er Heidi Arge leiðari í Skilling Optik í Niels Finsensgøtu og Dagfinn Arge er leiðari í Skilling Optik í SMS.
Handlarnir eita í dag Skilling Optik. Fyrr seldu teir eisini klokkur, ur og ymiskar prýðislutir. Síðan umleið 1980 hevur Skilling verið ein optikarafyritøka burturav.