Skip bíða eftir fólki

- Fáa vit ikki manna línuskipini optimalt, kunnu menn ikki ganga vanligu vaktirnar. Sjólívið verður strævnari, og færri línur fara í sjógvin. Fiskiskapurin minkar. Uppi á landi fáa virkini minni fisk. Útboðið minkar, og fiskurin verður dýrari. Tað verður verri hjá virkjunum at fáa fólk, tí arbeiðstímarnir verða ov fáir. Fiskurin verður savnaður á færri virkjum – og onnur standa tóm, sigur Jóhannes Olsen, reiðari

Fiskivinna

 

Jóhannes Olsen, sum eisini er formaður í felagnum Línuskipum, sigur, at omanfyri nevnda dømi er ein ónd ringrás, ið kann koma okkum sum fiskivinnusamfelag aftur um brekkur.

- At sjólívið gerst strævnari og gevur minni, fer ikki at gera tað lættari hjá okkum at manna skipini. At minni fiskaarbeiði verður á okkara fiskavirkjum, ger heldur ikki, at lættari verður at fáa fólk. Trupulleikarnir verða bara størri, sigur reiðarin.

 

Aftur útsett

Jóhannes Olsen er sjálvur reiðari á fýra línuskipum. Tað hevur gingið rímiliga væl at manna tey trý, Mascot, Sigmund og Morgunstjørnuna.

- Verri hevur gingist at manna Eysturoying. Nú eru so tríggir póllendingar við Eysturoyingi. Tveir komu fyrst og so tann triði, sum ikki fekk komið í sama flogfari sum hinir báðir. Hesir hava verið umborð á Eysturoyingi í heyst.

Ætlanin hjá reiðaranum var at fáa nakrar fleiri póllendingar heim til Føroya at sigla, men higartil eru teir so bara tríggir.

- Vit hava hoyrt landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, sum aftur hevur útsett ætlaðu broytingarnar á hesum øki, so tað verður lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi heim til Føroya.

Jóhannes sigur, at soleiðis, sum gongdin hevur verið á hesum øki, tekur tað fleiri mánaðir at fáa fólk heim higar at sigla.

- Tað er spell, at hetta hevur drigið út. Fyritøkan Ocean Wide í Føroyum hevur verið okkum ein góð hjálp, men verandi skipan er alt ov stirvin, leggur hann aftrat.

 

Liggja og bíða

Javnan hoyrist, at skip liggja, tí tey ikki fáa fulla manning. Vit spurdu tí formannin í Línuskipum, sum krevja nógv fólk til síni skip, um hetta veruliga er so.

- Jú, tað er rætt, at nøkur skip ikki altíð sleppa útaftur beinanvegin, tí tey ikki fáa nóg mikið av fólki. Tey kunnu soleiðis bíða upp í dagar, til menn eru tøkir. Onkur maður er kanska ikki tøkur beinanvegin, og tá eingin annar útvegur er, noyðast skipini at bíða.

Jóhannes sigur, at støðan avgjørt ikki er haldgóð.

- Hetta gongur út yvir teir, sum annars eru við hesum skipum. Línuskipini í okkara bólki eru 27 í tali, og vanliga manningartalið er 14. Teir kunnu vera 13 og ganga vanligu vaktirnar. Men fer manningartalið niður á 12, ber ikki til at ganga 6 og 6 tímar, og tá gerst sjólívið munandi strævnari, samstundis sum minni lína fer í sjógvin.

 

Stabil manning

Jóhannes sigur, at føroysku línumenninir eru rættiliga stabilir og dugnaligir, men teir eru ov fáir. Skipini krevja nógv fólk, og tilgongdin er ov lítil, nú tilboðini eru so mong.

Reiðarin heldur tó ikki, at tað er verri at manna línuskipini í økjum, har nógv línuskip eru.

- Har línuskip hava verið og eru ein partur av traditiónini gjøgnum fleiri ár, kann tú í flestu førum finna onkran, sum hevur hug at fara onkran túr, tá tøvur er á fólki.

Jóhannes Olsen ásannar tó, at nú trot er á arbeiðsmegi á fleiri økjum í samfelagnum, er verri at finna fólk, enn tað hevur verið.

- Tí er avgjørt neyðugt at loysa upp fyri møguleikanum at útvega sær sjófólk úr øðrum londum, sum samstundis gera tað lættari hjá føroyskum fiskimonnum at liva og virka umborð, sigur reiðarin.