Finnur Fríði hevur verið á Kollafirði við 700-800 tonsum av svartkjafti, og næstur av føroysku skipunum í Kollafirði verður Christian í Grótinum. Skipini hava roynt eftir svartkjafti á leiðunum við Munkagrunnin. Føroyska svartkjaftakvotan er lítil í ár, so talan verður ikki um teir heilt nógvu túrarnar tilsamans í ár.
Finnur Fríði hevur lagt 700-800 tons av svartkjafti upp til Kollafjørð Pelagic, og næstur honum kemur Christian í Grótinum inn at landa.
Heimasíðan skipini.fo veit at siga, at Christian í Grótinum fór til fiskiskap seinasta mánakvøld, og í gjár høvdu teir umleið 350 tons av svartkjafti inni.