Skip við føroyskum flaggi sigldi á land: Skiparin svav

Russiski skiparin umborð á Atlantic svav, tá skipið sigldi á land í Svøríki.

 

Bingjuskipið Atlantic sigldi 23. september í fjør á land í Oskarhamn. Nú kanningarnar eru lidnar, er niðurstøðan, at skiparin svav á brúnni.

 

Skiparin, sum var einsamallur á brúnni, var drukkin, sigur havaríkommisjónin. Havaríkommisjónin sigur eisini, at teir vóru undirmannaðir og gjørdi hetta, at skiparin var útlúgvaður.

 

Skiparin hevði arbeitt í 22 tímar uttan svøvn. Umframt hetta hevði hann sovið lítið seinastu trý døgnini. Yvirstýrmaðurin skuldi eisini verið á brúnni hendan dagin, men skiparin hevði sent hann í song, tí hann hevði úr at gera dagin eftir.

 

Havaríkommisjónin finst eisini at umstøðunum umborð á skipinum. Tað var skitið og manningin manglaði bæði mat og drekka. 30 prosent av matinum umborð var farin um seinasta brúksdato.

 

Skipið skifti eigara, men longu í apríl var aftur galið. Tá sigldi skipið aftur á land, hesa ferð í Rønne í Bornholm, tí at tað sigldi ov skjótt inn í havnalagið.