Fýra skip hjá amerikanska herflotanum, sum komu til Burma at veita hjálp, eru nú farin avstaðaftur, tí hernaðarstýrið vil ikki hava hjálpina Tey fýra skipini hava ligið úti fyri burmesisku strondini síðani tann 13 mai. Ætlanin var, at tey kundu lata tyrlur og landgonguskip at hjálpa teimum umleið 2,4 milliónum fólkunum, sum hava verið í neyð síðani melduródnina herfyri.
-Vit hava gjørt minst 15 royndir at sannføra burmesisku stjórnina um, at vit kunnu veita hjálp, sigur admiralurin Timothy Keating, sum er ovasti fyri amerikanska kyrrahavsflotanum.
-Men stjórnin hevur víst tilboði okkara aftur hvørja ferð, og tí fara skipini nú at røkja aðrar uppgávur, sigur admiralurin.