Skipa fyri badmintonskúla í Havn

Aftur í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri Badmintonskúla fyri yngri leikarum. Badmintonskúlin verður í døgunum 28. juni til og við 30. juni.

Havnar Badmintonfelag skipar fyri Badmintonskúla í Havn frá mikudegnum 28. juni til og við fríggjadagin 30. juni. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 15 ár. Dentur verður lagdur á tríggjar hendingaríkar dagar við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing.

Badmintonskúlin er bæði fyri royndar leikarar og nýbyrjarar.

Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. So neyðugt er at hava innandura og uttandura skógvar/ítróttarklæðir við. Liðini verða samansett eftir aldri og styrki, so øll kunnu vera við. Børnini fara at venja antin fyrrapartar ella seinnapartar. 

Morgunliðið er frá klokkan 9.00 til 12.00, og seinnapartsliðið frá klokkan 12.30 til 15.30. Kostnaðurin er kr. 450,- íroknað frukt og t-shirt.

 

Í ár eru tað Magnus Dal-Christiansen, Benjamin Gunnarstein og Mariann Øster, ið eru høvuðsvenjarar. Afturat sær hava tey fleiri dugnaligar hjálparvenjarar. 

Nærri kunning um Badmintonskúlan 2023 verður at síggja á facebook-síðuni hjá Havnar Badmintonfelag og hjá Badmintonsambandi Føroya, skrivar Havnar Badmintonfelag