Komandi leygardag – leygardagin tann 10.februar, skipar B68 fyri spennandi innandurakapping í fimleikahøllini á Toftum. Kappingin er fyri lið í teimum yngru árgangunum - frá U7 upp til U18. Kappingin er bæði fyri dreingir og fyri gentur.
Í kappingini er tað sermerkt, at gentur kunnu luttaka í kappingini hjá dreingjunum. Um genturnar ynskja tað, kunnu tær melda seg til kappingina hjá teimum dreingjunum, sum eru ein árgang undir enn tað sum genturnar sjálvar eru.
Annars telur hvørt liðið 5 leikarar og í mesta lagi ein eykaleikara upp til U13, tá 4 leikarar eru á hvørjum liði og í mesta lagi ein eykaleikari. U13, U15, U17 og U18 spæla sostatt við 4 leikarum inni í senn, meðan hinar deildarnar hava 5 leikarar á vøllinum í senn.
Seinasta freist at melda til innandura kappingina, ið er stuðlað av Motus Sport, er hósdagin 8.februar klokkan 18:00. Til ber at melda til við at ringja á telefonnummar 749060 og 229614.
Býtið av árgangunum til kappingina:
U7 (f.2011 ella seinni)
U9 (f.2009-2010)
U11 (f.2007-2008)
U13 (f.2005-2006)
U15 (f.2003-2004)
U17 (f.2001-2002)
U18 gentur (f.2000-2002)