Skipa fyri føroyskari jólagudstænastu í Aalborg

Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, bjóðar fólki vælkomin í jólagudstænastu. 

Tað verður skipað fyri einari føroyskari jólagudstænastu í danska býnum Aalborg, har nógvir føroyingar búgva.

 

Hetta verður sunnudagin 4. desember klokkan 14 í  Aalborg Kleysturkirkju.

 

Organistur verður Julian Rasmusen, og deknur verður Kári Olsen. Føroyingafelagið í Aalborg, Álaborg, er við til at skipa fyri.

 

– Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum í Budolfi Kirkju, sigur Lisbeth Solmunde Michelsen.