Seinnapartin í morgin fara einstaklingar og politiskir flokkar at skipa fyri mótmælisgongu á Vaglinum í Havn.
Mótmælisgongan er vend ímóti samgonguni, serliga fiskivinnupolitikkinum, og herrópið er: Varðveitið fólksins ogn.
Her verður sipað til ætlanina hjá samgonguni um at lata fiskirættindini verða galdandi í 12 ár ísenn, tí tey halda, at hetta er tað sama sum at geva privatum reiðarum okkara fiskatilfeingi fyri einki.
Á mótmælisgonguni, sum verður klokkan 16 í morgin verða røður, umframt at Sámal Ravnsfjall fer at syngja og spæla.
– Vit mótmæla, at ein maður skal sleppa at avgera, hvør skal hava ríkidømið hjá okkum øllum komandi 12 árini, siga fyrireikararnir – og her sipað tey til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Tey mótmæla eisini, at »fiskivinnan skal vera fyri nøkur fá útvald reiðarí«, sum tey málbera seg.
Tey mótmæla eisini, at »privatpersónar skulu kunna selja fiskiloyvir fyri hundraðtals milliónir, sum tey hava fingið ókeypis frá landinum«, og tey mótmæla, at útlendingar aftur kunnu eiga ein stóran part av føroyska fiskatilfeinginum.
– Vit mótmæla, at ríkidømið hjá okkum øllum skal savnast á heilt fáum hondum, heldur enn at koma øllum samfelagnum til góðar, siga fyrireikararnir.