Skipa fyri skeiði í nevndararbeiði

Tann 10. september skipar Arbeiðsgevarafelagið fyri skeið í nevndararbeiði, upplýsir Vinnuhúsið. Endamálið við skeiðnum er at viðgera grundleggjandi viðurskifti í sambandi við nevndar arbeiði.
Hvussu skipar eitt felag seg á bestan hátt tá tað kemur til arbeiðsháttin hjá nevnd og stjórn?
Evnið var frammi á Vinnudegnum í fjør, og sum íblástur til at viðgera evnið nærri gav Føroya Arbeiðsgevarafelag út ein bókling um virkisleiðslu við serligum denti á nevndararbeiði. Nú verður hetta fylgt upp við einum skeiði um evnið.

Viðgjørt verður millum annað:
?Nevndar arbeiði generelt, eisini sæð í mun til lógarligt grundarlag
?Viðurskifti millum nevnd og stjórn
?Viðurskifti millum nevnd og grannskoðarar
?Leikluturin hjá nevndini í at menna felagið

Skeiðið er ætlað verandi og komandi leiðslum (nevndarlimum og stjórum) á meðalstórum virkjum. Skeiðshaldarar vera Jógvan E. Ellefsen, advokatur, Rúni M. Hansen, stjóri, Malan Johansen, samskipari, og Klaus Rasmussen, statsaut. grannskoðari.
Skeiðið verður hildið fríggjadagin 10. september, klokkan 8:00-17:00 á Hotel Føroyum. Tað kostar 3.250 krónur at luttaka íroknað tilfar og mat. Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag rinda 3.000 krónur. Pláss er fyri 20 luttakarum. Tað ber til at melda seg á
www.industry.fo ella við at senda teldupost til
malan@industry.fo,
alternativt við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 311864.
industri.fo