Skipa fyri stórari innandura fótbóltskapping á Hálsi

(Rás2) Hoyr Berg Zachariassen greiða frá stóru innandura fótbóltskappingini, sum fyritøkan Vinnulívið skipar fyri

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Berg Zachariassen greiða frá stóru innandura fótbóltskappingini, sum fyritøkan Vinnulívið skipar fyri. Samrøðan var gjørd beinleiðis á Rás2 ígjár.

 

Kappingin verður fríggjadagin 15. september og leygardagin 16. september. Seinasta tilmeldingarfreist er 1. september.

 

Talan er um stórfingnar vinningar til liðini, sum gerast nummar eitt og tvey í kappingini.