Fríggjadagin 21. apríl bjóðar bituff vælkomin til Verkætlanardag í Smæruni í Havn.
Hendan dagin verður ljós varpað á verkætlanararbeiði og verkætlanarleiðarar, skriva fyrireikararnir, sum fara at spyrja:
– Hvørjar førleikar skal ein góður verkætlanarleiðari hava?
Til at svara spurninginum hava tey sett saman eina skrá við royndum verkætlanarleiðarum frá ymsum vinnugreinum, ið fara at halda fyrilestrar og verkstovur og koma við teirra boðum um, hvørjar førleikar ein góður verkætlanarleiðari skal hava.
– Verkætlanardagurin er ætlaður verkætlanarleiðarum hjá tí almenna og í vinnulívinum, umframt øllum teimum, ið hava áhuga fyri verkætlanarleiðslu ella eru tilknýtt eini verkætlan, sigur Rannvá Troest, sum er ein av fyrireikarunum.