Tað er ikki bara í Føroyum, at ketudansur verður dansaður, og nú ætla skotar at skipa fyri heimsins størsta dansiringi. Tað eru fyriskipararnir av St Ternan?s Heritage Fair, sum komandi vikuskifti ætla at royna at skipa heimsins størsta dansiring. Tí heita teir á ung og gomul um at møta upp sunnudagin 13. juni, har dansað verður frá 14.30 og í umleið ein hálvan tíma.
Festivalurin verður hildin í Bellfield Park í Banchory í Skotlandi og er eitt afturvendandi tiltak, og á hvørjum ári verður skipað fyri onkrum serligum.
Fyriskipararnir siga í skrivi, at tiltakið í fjør, World?s First Talking Doric Dictionary var sera væleydnað, og at í ár verður miðað eftir einum heimsmeti.
Til at dansa hava tey søkt sæ hjálp hjá føroysku ferðaskrivstovuni í Aberdeen, og frá Elphinstone Institute á Aberdeen University.
Víst verður í skrivinum á, at føroyskur dansur enn er gerandiskostur í Føroyum, og dansistigini eru tvey til vinstru og eitt til høgru. Somuleiðis eru leinkir til nakrar heimasíður, har síggjast kann, hvussu føroyskur dansur verður dansaður.
So eru føroyingar á teimum leiðum komandi vikuskifti, hava teir møguleika at verða við í einum møguligum heimsmeti í ketudansi.