Dánjal Jákup Meinertsson
The continuing story of Bungalow Bill
(Lennon/McCartney útsetingin av glæntrileikinum um ósetta sløkkiliðsleiðarin)
Í Sosialinum, vikuskiftið 1 - 2 okt., er ein grein um brandbilar hjá Klaksvíkar Sløkkiliði, sum lógu í streymloysi. Fyri nøkur er hetta áhugaverdur lesnaður, og fyri onnur er hetta skelkandi. Fyri mær er hetta, tíverri, hvørki skelkandi ella áhugavert. Tað er heldur ikki serliga skelkandi ella áhugavert, at leiðarin á sløkkiliðsstøðini, sum hóast alt er tann sum fær løn fyri viðlíkahaldið, roynir at turka sína ábyrgd uppá teir sløkkiliðsmenn, sum gera tað veruliga arbeiði á støðini. Tað er bara hansara vælkendi arbeiðsháttur. Hinvegin er tað rættuliga láturligt at síggja, at borgarstjórin skal "kanna málið til botns". Tað kundi, í hesum samanhangi, verið áhugavert at spurt um hann eisini skuldi kanna málið til botns, tá lensipumpan hjá Klaksvíkar Sløkkiliði fór í hundarnar av órøkt, og ein bátur sakk í Hvannasundi av somu orsøk. Eg havi javnan samskifti við fleiri av sløkkiliðsmonnunum og, havandi í huga hvussu álvarsliga teir taka sína uppgávu, má tað vera ómetaliga frustrerandi fyri teir at borgarstjórin soleiðis heldur teir fyri gjøldur. Tí søgan um brandstøðina er bæði long og ótýdlig. Spurningarnir vit eiga at seta okkum eru: Hvussu ber tað til at sløkkiliðsleiðarin, sum átti at verið útskiftur tá hann var 60, framvegis er leiðari nú 6 ár seinni? Hvussu ber tað til at býráðið, eftir fleiri royndum, enn ikki hevur sett ein nýggjan sløkkiliðsleiðara? Hvussu ber tað til at býráðið, nú undirsjóvartunnilin skjótt letur upp, framvegis letur fráfarandi sløkkiliðsleiðara luttaka í fyrireikandi arbeiðinum til tilbúgvingina har, og soleiðis frátekur einum komandi leiðara møguleikan fyri at kunnað og fyrireika seg til tær uppgávur, sum undirsjóvartunnilin hevur við sær?
Um vit samanbera greinina í Sosialinum 1-2 oktober, har varaleiðarin á brandstøðini hevur úttala seg til blaðið, við greinina hósdagin 29 september, har leiðarin úttalar seg, síggja vit at stórt ósamsvar er millum útsøgnirnar.
1. Leiðarin: Gott eftirlit er við útgerðini á støðini
Varaleiðarin: Onki skipa eftirlit er
2. Leiðarin: Ein bilur startaði ikki
Varaleiðarin: Tveir bilar startaðu ikki
3. Leiðarin: Bert ein manningarbilur uttan sløkkiútgerð
Varaleiðarin: Ein stórur sløkkibilur við allari sløkkiútgerð, roykkavaraútgerð, tveimum tonsum av vatni og klippiútgerð, og ein manningarbilur við kavaraútgerð
Annar av hesum báðum monnunum sigur ósatt fyri okkum. Hvat er satt og hvat er ósatt skal helst "kannast til botns". Seinna greinin leggur upp til, at leiðarin á brandstøðini í Klaksvík ikki er eftirfarandi, og at hann bagatelliserar trygdina og tilbúgvingina.
Og júst bagatellisering av trygd og tilbúgving er eitt av fremstu eyðkennunum hjá sløkkiliðsleiðaranum, í hinum starvinum hann hevur hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann er nevniliga eisini leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll, sum Klaksvíkar Kommuna eigur. Í hesum starvi hevur hann, til fulnar, brúkt møguleikan til at seta skyldfólk í starv, heldur enn fólk við lívbjargaraførleika. Eisini er varaleiðari við framíhjárætti til leiðarastarvið settur eftir góðu gomlu familjukriteriunum. Og hóast fólk eru sett í starv við kravi um, at tey hava lívbjargaraførleika, er onki gjørt fyri at halda henda førleika viðlíka. Starvsfólk, sum av sínum eintingum hava roynt at uppihalda førleikanum, hava fingið skamm og last afturfyri. Og onki er gjørt fyri, at frítíðaravloysarar taka lívbjargaraprógv, hóast lívbjargararoyndin kann takast uppá 1_ tíma. Hetta er hugburðurin til trygd og tilbúgving hjá verandi leiðara í Klaksvíkar Svimjihøll og so sanniliga eisini hjá Klaksvíkar Sløkkiliði. Tað syrgiliga er bara, at hetta er ikki neyðugt hjá borgarstjóranum, Steinbjørn O. Jacobsen, at "kanna til botns". Hann er væl kunnaður um viðuskiftini. Eisini skrivliga. Men hann hevur valt, sera aktivt, at verja starvsháttin og laka hugburðin hjá sløkkiliðs- og svimjihallarleiðaranum. Klaksvíkingar fara helst at gera sær sínar tankar um hví.