Ein lítil felagsskapur av víðgongdum islamistum kunnger nú, at hann fer at skipa serlig sharia-øki í býum um alt Danmark. Tað skrivar Jyllands-Posturin í morgun.
Felagsskapurin, ið hoyrir til teir sokallaðu salafistarnar, nevnir seg "Kallað til Islam". Í boðunum sigur hann, at í fyrsta umfari fara limir í felagsskapinum at ganga í býarpartinum Tingbjerg í Keypmannahavn og seinni á Nørrebro og aðrastaðni í landinum. Har fara teir at átala fólk, sum drekka, ganga á diskotek ella gera annað, sum sambært salafistunum stríðir ímóti Islam.
Imram Shah, sum er talsmaður fyri Islamska Trúarsamfelagið í Danmark, sigur við Jyllands-Postin, at sjónarmiðini hjá salafistunum eru ikki umboðandi muslimarnar í Danmark. Tað sama sigur Muslimska Felagsráðið í Danmark.