Skipa um á Hjalla

Borgarar í høvuðsstaðnum skulu í framtíðini venja seg við at skilja ruskið. À Hjalla verður eisini eitt móttøkupláss gjørt

BURTURKAST

Fólk í høvuðsstaðnum skulu í framtíðini ansa betri eftir, hvat tey koyra burtur, og hvat verður koyrt hvar. Tórshavnar kommuna hevur í longri tíð arbeitt við einari umskipanarætlan fyri Brennistøðina á Hjalla, og hendan ætlan er komin so mikið ávegis, at í summar mugu fólk venja seg við at skilja og annað gott.
?Av fleiri orsøkum er tað ikki heppið, at fólk koma við burturkastinum sum nú. Tað kann vera beinleiðis hættisligt at skulu standa og tveita rusk í dunguna á brennistøðini, og so skulu vit eisini rætta okkum eftir teimum nýggju krøvunum og fylgja standardum, sigur Tórfinn Smith, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Broytingarnar fara at merkja, at í framtíðini skal pappír og papp skiljast frá øðrum burturkasti, umframt at eitt bingju- og móttøkupláss skal gerast við Brennistøðina á Hjalla til móttøku av burturkasti.
?Broytingarnar fara at ávirka allar stovnar og virkir í kommununi, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í kunnandi skrivi, sum er sent út til virki og stovnar í høvuðsstaðnum fyri at kunna tey um broytingarnar.
Tað verður kortini ikki alt arbeiðið, sum verður liðugt í summar. Á mynd á hesari síðuni, kunnu tit síggja, hvussu øki við Brennistøðina á Hjalla endaliga fer at síggja út. Tað verður kortini ein tíð afturat, áðrenn tað fer at síggja heilt soleiðis út sum í modellini, sigur Tórfinn Smith.
?Fólk skulu koma við burturkastinu og avlevera tað, og síðani verður koyrt avstað. Ferðslan verður skipað í ein hestaskógv, soleiðis at ferðslan verður betri skipað enn í dag, sigur Tórfinn Smith.
Àsetingar verða fyri, hvussu eitt húski og virki kann koyra í ovnin á Hjalla. Tórfinn Smith sigur, at eitt vanligt húsarhald ? eins og nú ? fer at kunna sleppa av við alt burturkasti hjá sær fyri einki.
Virki skulu tó gjalda eitt ávíst gjald.
Burturkasi skal skiljast við móttøkuplássi. Tað verður framvegis loyvt hjá bilum at koyra beinleiðis í ovnin so at siga, um hetta er skilt frammanundan. Brennistøðin kann tó ? fyri eigarans rokning ? kanna lastina, áðrenn hon veðrur koyrd í silo?ina.