Rættiliga ógvusligur eldur sást í Vági í dag, tá eini eldri hús brunnu og fóru upp í royk við Kykslið.
Hóast eldur var í, so var talan um eina skipaða venjing.
Húsini skuldu takast burur, tí tey mugu víkja fyri ætlaðari íbúðarbygging við Kykslið. Longu er byrjað at grava út fyri stóru byggiætlanini, so húsini, sum standa á økinum, hava nú verið í vegin fyri framburðinum.
Hetta helt sløkkiliðið á staðnum vera góðan møguleika fyri venjing,og spurt var um møguligt ikki var fyri at skipa fyri eini vening,og svarið var játtandi.
Klokkan 10:00 í morgun varð ein tunna við dieselolju sett inn í kjallaran, fest varð í, og eftir eini løtu var roykur í húsunum.
Gudmund Jacobsen, átaksleiðari, sigur, at serliga var tað fyri at roykkavarar skuldu sleppa at royna seg, at skipað varð fyri hesi vening, og allir menn sluppu at royna seg. Ymsar uppgávur skuldu roynast, so sum at leita eftir dukkum inni í roykfyltu húsunum.
Gudmund Jacobsen fegnast um møguleikan at venja í so veruleikakendum umstøðum.
Umleið á middegi festi av álvara í húsini, og klokkan 13:30 stóðu bert rovini eftir, og húsini smokkaðu saman.
Húsini brunnu í grund.
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag hevði alla tíðina tamarhald á eldinum og Gudmund Jacobsen er væl nøgdur við venjingina.
(Sí myndafrásøgn)