Óskipað vinnulív !

Janet Fríðu Johannesen

Útgreining av viðmerking í fimmarinum mikudagin

Føroyska vinnulívið er skipað á nógvum økjum. Tá eg í útvarpinum mikudagin segði, at viðurskifti innan vinnulívið ikki er skipað, varð sipað til, at tað er ikki nøkur skipað upplæring av skúlaðum fólki, sum kunnu taka ábyrgd og mynda føroyska vinnulívið. Her verður hugsað bæði um kvinnur og menn. Avleiðingin er, at vinnulívið gerst einstáttað og nógv veikari enn tað vildi verið, um vinnan var før fyri at nýta potentialið, sum býr í tí einstaka.

Ítróttur sum fyrimynd
Fyri 30 árum síðani vóru handbólstliðini domineraði av einum ella tveimum leikarum, ið áttu alt spæli. Hesir leikarar hildu seg framat, og dugdu at tekkj-ast venjaranum. Tá liðið spældi dystir, áttu hesir leikarar allan dystin, og uttan hesar leikarar var liðið einki vert. Hesir leikarar fingu loyvið til at seta seg á tey bestu plássini, og torført var hjá hinum leikarunum at fáa ment seg. Sæð í altjóða høpi vórðu hesi liðini veik og sárbar.
Innan ítróttin varð man fyri nógvum árum síðani greiður yvir, at skuldi man hava eitt sterkt hondbóltslið og fótbóltslið fyri ikki at siga eitt sterkt landslið, so mátti ein miðvís venjing til fyri at menna talentini. Tað vóru ikki bara tey, sum hildu seg framat, sum høvdu talentir. Við miðvísari venjing, fingu nærum øll talentini møguleika at spíra. Harafturat fingu tey, sum longu dugdu at halda seg framat møguleika at mennast enn meir, tá tey kundu spæla saman við góðum leikarum og ein ávís kapping varð um plássini.

Sterkt vinnulív við hugflogi
Vit hava nógv skúlaði fólk í Føroyum. Tað mangla arbeiðspláss serliga í vinnulívinum, har kvinnur á jøvnum føti við menn fáa møguleika at menna seg, so tey seinni kunnu gerast leiðarar. Í miðfyrisitingini eru hesi arbeiðspláss nógv vanligari, og hetta saman við setanaðarpolitikkinum ger, at fleiri kvinnur mynda almenna bygnaðin.
Skulu vit hava eitt sterkt vinnulív við hugflogi, sum kann standa seg í altjóða kappingini, mugu serliga stjórar og leiðarar læra at brúka vitanaðartilfeingi hjá bæði kvinnum og monnum. Hugburðurin, at tað bert eru tey, sum halda seg framat, ið hava vinnutalentir, má broytast.