Politisk semja er fingin í lag við danir um at miðja eftir, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið 1. januar komandi ár, eins og løgtingið hevur samtykt.
Og við grundarlag í hesum, hevur Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fiski- og sjóvinnumálum, gjørt av, at nýggi føroyski stovnurin skal vera í Vágum.
Tríggir samráðingarfundir hava verið við danskar myndugleikar um yvirtøkuna av Skipaeftirlitinum, og landsstýrismaðurin metir samráðingarnar vera komnar so mikið langt, at hann í næstum fer at søkja eftir stjóra til føroyska Skipaeftirlitið. Stjórin skal longu setast 1. oktober.
Liður í økismenning
Jørgen Niclassen, landsstýrismaður, sigur, at avgerðin um at leggja nýggja Skipaeftirlitið í Vágum er liður í skipaða økismenningarpolitikkinum hjá landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at trygdarskeiðið fyri sjómenn er í Klaksvík, at Almanna- og Heisluskúlin er lagdur í Suðuroynni, at innkrevjingin til Barnsburðargrunnin er løgd í Suðuroynni, at skattainnkrevjingin fyri oljuvinnuna skal vera í Suðuroynni og í Norðoyggjum, at MRCC-støðin skal vera í Havn, at Stuðulsstovnurin skal vera í Eysturoynni, at Lista- og Tónleikaskúli skal vera á Sandoynni og at umsitingin í sambandi við frítíðarløn skal vera í Suðuroynni.
Eftir at hava sitið og spælt sær við at seta hesar eindir sum matadorhús á eitt Føroyakort, er landsstýrismaðurin komin til tað niðurstøðu, at Vágoyggin er tann einasta, sum stendur ber, og tí heldur hann tað vera heilt náttúrligt at leggja Skipaeftirlitið har.
Men valár er, og Jørgen Niclassen er sjálvur úr Vágum. Tí er hugsandi, at avgerðin hjá landsstýrismanninum er valagn.
Hesum vísir Jørgen Niclassen tó aftur.
? Tað er torført at gera av, hvar ein slíkur stovnur skal vera. Tí alt hevur verið lagt kring Havnina fyrr. Vit kundu gjørt av at lagt Skipaeftirlitið onkra aðrastaðni. Men so hevði Vágoyggin staðið eftir, sum tann einasta oyggin, ið ongan stovn fekk.
? Eg haldi, at vit við at leggja Skipaeftirlitið í Vágum prógvað, at landsstýrið hevur arbeitt fyri økismenning kring alt landið, sigur Jørgen Niclassen.
Bert praktiskir trupulleikar
Tað krevur nógv fyrireikingararbeiði at stápa eitt føroystk Skipaeftirlit upp á beinini, tí nógvir lógartekniskir spurningar eru, sum greiða skal fáast á, eins og samstarvsavtalur skulu gerast við danir.
Men politisk semja er fingin í lag við danir, um at teir skulu hjálpa at, tað teir kunnu, so vit fáa eitt føroykst Skipaeftirlit. Og tær samráðingarnar, sum nú fara fram, eru millum embætisfólk og snúgva seg um tekniskar spurningar.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki hug neyvt at útgreina og seta vekt á, hvørjir eru teir størstu praktisku og lógarteknisku spurningarnir, ið skulu útgreinast. Men hann ger greitt, at arbeitt verður við fullum seglum fyri at hava alt klárt, so Skipaeftirlitið kann yvirtakast 1. januar 2002, eins og løgtingið hevur samtykt.
Tó torir Jørgen Niclassen ikki at lova, at Skipaeftirlitið verður yvirtikið júst 1. januar.
? Vit arbeiða sum sagt við fullum seglum. Men stutt tíð er eftir til 1. januar, og vit skulu finna høli, fáa starvsfólkaviðurskiftini upp á pláss og so framvegis. So eg tori einki at lova, sigur Jørgen Niclassen.